Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heimskendur søgufrøðingur óttast hevndina: At tey fara at gera við Evropa „sum vit fyrr gjørdu við tey“

Jóhann Lützen

Berlindske prentar ímorgun samrøðu við heimskenda søgufrøðinginum Timothy Garton Ash.

Seinastu 200 árini hevur Vesturheimurin stýrt tí mesta í heiminum. Nú er tað liðugt. Alt bendir á, at restin av heiminum „kanska á nýggjar hættir fer at gera við okkum, sum vit fyrr gjørdu við tey“, ljóðar dapra spádómurin hjá heimskenda søgufrøðinginum Timothy Garton Ash.

„Vit liva í einum heimi eftir Vesturheimin,“ sigur Timothy Garton Ash millum annað í eini samrøðu við Berlingske.

Lengi snúði alt seg um okkum. Um okkum, sum høvdu valdið.

Nú bendir alt á, at tað er liðugt.

Ikki bara tí sambandið millum USA og Evropa er vorðið vánaligt, ella tí Russland hóttir okkum.

Men tí vit í Vesturheiminum ikki longur kunnu avgera, hvønn veg restin av heiminum skal fara. Tvørturímóti er vandi fyri, at restin av heiminum kemur og fær valdið á okkum.

„Vit liva í einum heimi eftir Vesturheimin,“ staðfestir Timothy Garton Ash, sum Berlingske tosar við umvegis videosamband.

Garton Ash er í dag bestseljandi rithøvundur og emeritusprofessari í evropeiskum frøðigreinum við Oxford University. Fyrra partin av yrkisleið síni ferðaðist hann sum journalistur inn um jarnteppið undir kalda krígnum og greiddi frá støðuni har. Ikki minst í gamla Eysturtýsklandi.

Nú hevur hann skrivað eina bók um Evropa, sum eitur „Evropa í 7½ kapitli“.

Bókin er løtt í tónanum, og bretska skemtilyndi er undirspælt men hvast. Men tá Garton Ash at enda kemur fram til samtíðina og hyggur móti framtíðini, er tað, sum um orðini ikki røkka.

Og stutt undan síðstu síðu í bókini ljóðar tað, at vit helst eru á veg inn í eitt „drúgt tíðarskeið við stríði, óvissu og niðurlaging“.

Í samrøðuni greiðir Timothy Garton Ash nærri frá:

„Fyri fyrstu ferð í 200 ár snýr tað seg ikki bara um okkum, Amerika og Russland. Tað snýr seg um, at restin av heiminum alla tíðina verður ríkari og fær meira vald, og kanska byrjar at gera við okkum á nýggjar hættir, sum vit fyrr gjørdu við tey.“

Ein mentan við hugi til barbarí

Hvussu komu vit higar?

Í nýggju bók síni tekur Timothy Garton Ash okkum við á eina ferð gjøgnum Evropa. Hann vísir okkum heimspartin úr søguligum, landafrøðiligum og hugmyndafrøðiligum sjónarhorni.

Ofta greiðir hann frá stóru søguni gjøgnum persónligar frásagnir. Og alla tíðina gevur hann sítt boð upp á, hvat er gott fyri Evropa.

Til dømis vísir hann í kapitlinum um mentan okkara, hvussu Evropa øðrumegin er ein framúrskarandi mentan, men hinumegin aftur og aftur er dottið niður í reint barbarí. Millum ringastu dømini eru hjálandaveldið og sjálvandi seinni heimsbardagi.

Hann spyr eisini, hvussu vit skulu finna leiðina millum annaðhvørt at prædika fyri øllum øðrum um yvirluta virðini hjá Evropa, uttan yvirhøvur at lata okkum ávirka av myrku síðunum hjá okkum sjálvum.

Og hinumegin: Hvussu skulu vit sleppa undan at enda í einum „sjálvpínandi mentanarligum samanbroti, so vit ikki longur verja allar tær mongu søguligu, mentanarligu og lívsháttar­ligu síður, sum veruliga hava virði“?

Ein háttur at gera tað upp á, heldur hann, er at „standa fast við, at vit kunnu vera errin av mentan okkara, um – og bara um – hon er før fyri at taka avleiðingarnar av eini ærligari sjálvrannsakan, til dømis eini mentan, sum minnist og viðurkennir fortíðina“.

Ein av teimum, sum ikki hevur fingið henda boðskapin, er franski forsetin Emmanuel Macron. Tá fátæka oyggin Mayotte, sum liggur út fyri eysturstrond Afrikas, men formliga hoyrir til Fraklands, varð rakt av einum ódnaveðri, vitjaði Macron oyggina og varð møttur av vreiðum borgarum.

Men á ein heldur óheppnan og ókenslubornan hátt minti hann tey á:

„Um hetta ikki hevði verið Frakland, høvdu tit verið 10.000 ferðir verri fyri.“

Møguliga er tað rætt, men diplomatiskt var tað ikki røtt  framferð.

Onnur, til dømis Kongligi Miðafrikanska savnið nærindis Brússel, hava hinvegin skilt boðskapin. Fram til fyri stuttum var savnið nærmast propaganda fyri belgiska hjálandaveldið, við lutum, sum vóru rændir frá „teimum ómentaðu“, og eini standmynd við heitinum „Belgia gevur Kongo mentan“.

Men síðan stongdi savnið í fimm ár. Í hesum tíðarskeiði vórðu øll verkini greidd í sínum rætta samanhangi í samstarvi við afrikanska útisetafólkið í Belgia.

Lýðveldið Kongo var belgisk hjáland frá 1885 til 1960.

Kapitlið um mentan endar við einum sitati frá sveisiska bókmentafrøðinginum Jean Starobinski, sum eftir seinna heimsbardaga segði:

„Fyrr máldu evropearar mentan eftir mátistokki Evropa, men í dag er neyðugt at mála Evropa eftir mátistokki mentanarinnar.“

Vit kundu lagt aftrat, at nú er støðan vorðin tann, at um vit ikki sjálvi gera tað, fer restin av heiminum at gera tað fyri okkum.

Ein sterkur drykkur

Ein partur av drívmegini í bókini er sjálvandi maturin. Timothy Garton Ash hevur samrøðu við lesaran og mælir til ein evropeiskan døgurða. Á vegnum fáa vit at vita, hvussu pizza Margherita – helst – fekk sítt navn. Og skuldi tað verið tiramisu til dessert?

Men tá hann er liðugur við kapitlið um Evropa í dag, fær hann brádliga hug at fáa sær ein drykk. „Ein sterkan drykk.“

Áðrenn tað hevur hann greitt frá, hvussu Evropa við tveimum heimsbardøgum „avsetti seg sjálvt“, so at vit longu tá fóru inn í eina „eftir-evropeiska“ tíð. Men bæði undir kalda krígnum og seinni hava vit kunnað hongt okkum upp í USA og framvegis verið ein partur av miðdeplinum í heiminum – í øllum førum eitt petti á leiðini.

Men nú er eisini Vesturheimurin um at verða settur skák og mát. Sama um USA og Evropa standa saman ella ikki.

Sum dømi nevnir hann, at russiski búskapurin klárar seg hóast revsitiltøk okkara. Tað kemst serliga av londum sum Kina, India, Brasilia, Turkaland og Suðurafrika, sum bøttu um missin.

„Fyri fyrstu ferð í meira enn 200 ár vísti tað seg, at stóru og miðalstóru londini uttan fyri tann transatlantiska Vesturheimin samanlagt høvdu nóg mikið av ríkidømi og valdi til at viga upp ímóti Vesturheiminum.“

Og víða hvar verður Russland mett sum ein „neyðugur samstarvsfelagi“, meðan Vesturheimurin hevur mist nógv av trúvirði sínum orsakað av okkara egnu nýggju kríggjum í Miðeystri.

Kríggið hjá Ísrael í Gaza og kríggið móti Iran hava ikki hjálpt.

Niðurstøðan hjá Garton Ash er, at loysnin fyri Evropa er at standa saman. Men tað eru fá, sum vilja hava meira Evropa og meira evropeiskt samstarv.

Tvørturímóti.

Meðan foreldur í áratíggjunum eftir seinna heimsbardaga støðugt kundu lova børnum sínum eitt betri lív enn tað, tey sjálv høvdu havt, er tann gongdin nú brotin. Í dag hava vit eitt ættarlið av ungum evropearum, sum ikki minnast nakað kríggj. Hinvegin avloysa kreppurnar innan fyri og uttan fyri Evropa hvørja aðra.

Evropa er vorðið nakað, sum fólk finnast at – sjáldan nakað, tey droyma um.

Í dag eru tey, sum taka undir við Evropa, vorðin tey, sum sita við valdinum og ábyrgdini, men sum langt frá altíð megna at veita loysnir.

Ongin søga og ongar kenslur

Samstundis standa tjóðskaparliga konservativir flokkar til reiðar við dreymum sínum um eitt munandi minni Evropa. Og tað gongur teimum heilt væl.

Í Fraklandi bendir alt á, at Marine Le Pen verður næsti forseti landsins við valið í vár. Og í Týsklandi er Alternative für Deutschland nú uttan samanbering størsti flokkurin.

Hvat duga tey tjóðskaparliga konservativu, sum tey frælslyntu og evropeiskt sinnaðu flokkarnir hava gloymt?

„Fyri tað fyrsta hava tey eina frásøgn. Og so eru tey frælslyntu vorðin ein partur av valdastættini. Tað er ongantíð gott fyri frælslynd,“ ljóðar svarið.

Tað merkir, greiðir Garton Ash frá, at tá tað ikki ber til at finna bústað í stórbýnum, verða tey frælslyntu løgd undir at hava skyldina.

„Og tað merkir, at andfrælslyndir flokkar á høgru- og vinstru veinginum fáa stig fyri tað.“

Harumframt hava tey frælslyntu verið ov bangin fyri at vísa kenslur.

„Sjálvandi hava vit brúk fyri skynsemi og fakta. Men vit mugu eisini finna ein hátt at tala til kenslurnar.“

Ikki minst hava tey frælslyntu gloymt at vísa tjóðskaparkenslu sína:

„Vit tosaðu um altjóða samfelagið, Evropa og allar hesar frálíku lutirnar, sum vit tóku undir við, men vit lótu høgravonginum tosið um tjóðina.“

Ræðuliga framtíðarmyndin

Og nú eru vit komin til endan á „Evropa í 7½ kapitli“.

Hvussu hevði ræðuliga framtíðarmyndin hjá Evropa sæð út?

„Vit høvdu verið veikari og meira sundurlisin. Kríggj, sum longu er á evropeiska meginlandinum, hevði helst aftur víst seg sum onkur vápnað ósemja aðrastaðni á meginlandinum. Og í vaksandi mun høvdu kreftir uttan fyri Evropa avgjørt lagnu okkara.“

Samstundis, leggur Garton Ash aftrat, kundi yvirvaldið uttanífrá funnið saman við tjóðskaparliga konservativum og russlandsvinaligum flokkum sum týska Alternative für Deutschland og franska Rassemblement National.

„Og so høvdu vit um tíggju ella fimtan ár verið aftur á tí gamla staðnum, har Evropa hevur verið so ofta fyrr. Vit høvdu verið farin ígjøgnum eitt ræðuligt tíðarskeið við ógvusligum líðingum, og síðani høvdu vit sagt, at vit mugu byggja eitt betri Evropa.“

Men hví ikki bara sleppa undan tí, er áheitanin:

„Tað síðsta, eg vil síggja, er ung evropeisk fólk fara ígjøgnum tað, sum forfedrar okkara fóru ígjøgnum.“

Trý ynski

Um vit skulu sleppa undan hesi støðuni, eru tað trý ting, sum Evropa skjótt má fáa greiðu á, greiðir Garton Ash frá.

Fyrst og fremst skulu vit tryggja Ukraina pengar, áðrenn russlandsvinaligir flokkar sum Rassemblement National hjá Marine Le Pen og Alternative für Deutschland fáa møguleika at koma til valdið. Hjá Le Pen stendur tað serliga nógv á: Franska forsetavalið verður í mai 2027.

„Rokningin fyri at endurbyggja Ukraina veksur og veksur, og evropeiskir skattgjaldarar fara ikki at vera til reiðar at rinda hana. Vegna tær stjórnir, sum kunnu vera á veg, mugu vit økja um stuðulin nú. Eitt av tí týdningarmesta er russiski peningurin, sum er frystur inni í Belgia.“

Garton Ash sipar her til umleið 200 milliardir evrur, sum fyri tað mesta eru gjaldoyraognir hjá russiska tjóðbankanum og fyrst og fremst standa á kontum í Belgia.

Harumframt heldur søgufrøðingurin, at vit í enn størri mun skulu evropeisera vápnaframleiðslu okkara.

„Peningurin, sum vit brúka, verður brúktur ótrúliga óskynsamt,“ heldur hann.

Tað merkir ikki, at vit skulu gera eina felags evropeiska vápnaviðgerð.

„Men tað merkir, at vit ikki skulu gera 14 ymisk sløg av stríðsvognum ella 16 ymisk sløg av hernaðarflogførum. Erliga sagt: Um vit gera tað, nýtast vit kanska ikki einaferð at koma upp á tey 3,5 prosentini,“ sigur hann og sipar til kravið, sum NATO-londini hava bundið seg til at røkka í seinasta lagi í 2035.

Hin kenda frágreiðingin

Og so er eitt aftrat, heldur Timothy Garton Ash: nevniliga tær nýskipanir, sum fyrrverandi stjórin í Evropeiska Miðbankanum, Mario Draghi, skeyt upp í frágreiðing síni um kappingarførið í Evropa frá 2024.

„Har hava vit í veruleikanum handbókina til, hvat vit skulu gera búskaparliga.“

Frágreiðingin staðfesti, at ES er langt aftanfyri bæði USA og Kina. Hon mælti til eina røð av grundleggjandi nýskipanum og til, at íløgurnar í ES skuldu økjast til ikki minni enn fimm prosent av samlaðu bruttotjóðarframleiðsluni í ES. Um tað ikki hendi, ávaraði Draghi, fór ES at verða rakt av „einum seigum pínslum“.

Sambært blaðnum Financial Times er ikki nógv hent, hóast politisk lyfti, nú tvey ár eru liðin. Bara 15,8 prosent av teimum 383 tilmælunum eru fult sett í verk.

Samlað sæð høvdu næstan øll, sum taka undir við Evropa, stuðlað hesum uppskotunum. Trupulleikin er bara, at tey í veruleikanum kundu verið samtykt hvønn dag. Men tað verða tey ikki.

Tí eru útlitini fyri, at tey verða veruleiki, ikki góð.