Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á Dugna er heitt og fjálgt at vera

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur vitjað Karl Gustav Gislason, ið er fyritíðarpensionistur og arbeiðir hjá Dugna í Klaksvík, og ein samrøða spurdist burturúr. Karl hevur havt starvið í umleið tíggju ár, og honum dámar stak væl. Karl hevur sclerosu og harvið ikki longur heilsu til at átaka sær øll størv, og sum tað ljóðar hava bæði hann og Dugni rakt plettskot við hesum tilboðnum til fyritíðarpensionistin.

(Grein úr blaðnum seinasta fríggjadag)

 

Karl Gislason er 59-ára gamal og fyllir trýss ár í februar 2022. Sum tað fyrsta sigur hann seg vera gamlan KÍ’ara, og harvið komu vit beinan vegin á bylgjulond. Síðani Karl Gustav var 49-ára gamal hevur hann arbeitt hjá Dugna, og orsøkin er, at hann hevur fingið staðfest sclerosu, sum ger, at hann ikki fær havt eitt vanligt arbeiði. Hann sá so eina lýsing hjá Dugna, har søkt varð eftir fólki, og fekk starvið, sum honum dámar heilt væl.

Karl greiðir frá, at har er nokk at gera, og bingjur koma inn alla staðni frá, sum hann orðar tað. Uppgávurnar hjá Karl handla serliga um at taka ting sundur, seta ting saman, og annars at sortera sundir í ymisk tilfarssløg; plastikk fyri seg, metall fyri seg og timbur fyri seg o.s.fr. Arbeiðið byrjar vanliga klokkan 9 á morgni og heldur fram til klokkan 3 seinnapart hvønn gerandisdag.

Tað er serliga, tá tað er kalt í veðrinum, at sjúkan merkist hjá Karl, sum annars býr á Norðoyri og hevur gjørt tað í 30 ár. Men á Dugna er heitt og fjálgt, og Karl dámar væl at møta til arbeiðis. Karl býr í egnum húsum á Norðoyri og hevur 3 børn, sum Karl greiðir frá. Sonurin Bárður Hansen er føddur sama dag sum Karl sjálvur.

Starvsfólkini á Dugna eru fitt at arbeiða saman við, og ongin skundar á Karl. Verður arbeiðið ikki liðugt í dag, so verður tað í morgin, sigur Karl, ið frammanundan Dugna hevur arbeitt á Kósini í 20 ár og áðrenn tað hevur róð út við Kallanesi. Í frítíðini hevur Karl verið í KÍ ígjøgnum 33 ár, har hann vandi nógvar kendar leikarar, eitt nú Toda Jónsson og Kurt Mørkøre sum piltar, ið Karl lýsir sum “heilt óluksáliga góðar” og serstakliga sjálvstøðugar leikarar. Eisini hevur Karl vant Rógva Jacobsen.

Karl Gustav Gislason endar skemtandi við at siga, at hóast enska fótbóltsfelagið Leeds onki nyttar, so heldur hann kortini við teimum í fótbólti, og samanber í hesum sambandi Leeds við Newcastle United, sum greinaskrivarin heldur við, ið heldur onki nyttar sambært Karl

Harleyfacadeacryl