Tað ferðina var hon einsamøll. Nú bjóðar hon tær við.
Jógvan Ósá, skrivar um frumsýningina – gjárakvøldið:
I gomlu søguligu og hugnaligu handilshúsunum Úti í Klaksvík, gongur nakað fyri seg í hesum døgum, ið ikki áður hevur verið at sæð í hesari okkara “stóru” og søguligu borg.
Gamaní. Helst eru onkur stuttlig – og helst eisini syrgilig søga – søgd í hesum húsum – men tað hevur verið spontant – ikki planlagt – ikki við tónleiki, ei heldur við snigeva ella smáum projekttørum, ið eru settir upp, soleiðis at teir júst hóska til hesa søgufrásøgn.
Tí søga verður søgd í húsunum.
Og ikki hissini søga.
Søga um eina megnarkvinnu, ið kom til Klaksvíkar í 1933 og settu varandi spor eftir seg her – spor, ið neyvan nakrantíð fara at doyggja – men fara at liva, so leingi Klaksvíkin er til.
Søgan er um Ainu Cederblom, ið silgdi í lítla báti sínum úr Svøríki heilt til Føroyar – og royndi seinni at sigla úr Grønlandi til Ameriku.
Og tað er okkara egna Eyð Matras, ið sigur okkum søguna.
Tá ið tú skrivar eitt tílíkt ummæli, hugsar tú:” Hvar skal eg byrja – og hvar skal eg enda”.
Eg vil helst hava alt við.
Frásøgnin byrjar heima í Svøríki, har hon far tað hugskot, væl hjálpt av “gomlum gubbum”, at hon skal sigla til Føroyar – fyrst via Noreg og Hetland, til Føroyar – og síðan kanska til Ísland og Grønland – og helst víðari til Ameriku.
Rospigen II verður bygd – og hon ferð avstað.
Í suðurnoregi far hon at vita:”Hvussu kanst tú finna uppá at fara út á sjógvin, tá ið tú ikki ert noydd til tað? – og so heilt til Bergen”
Tað verður dúgliga rist uppá høvdið.
“Handan kvinnan er ikki í ordan – og so langt frá tí”.
Aina ferð avstað – og siglir til Føroyar – og kemur fyrst í land í Norðdepli – har hon verður væl móttikin.
Seinni ferð hon til Klaksvíkar – men í Norðdepli frættir hon um stóra snotuliga skonnart, Stellu Mariu, ið ferð til Grønlands fyrsta dagin.
“Eg fari við – eg fari við til Grønlands og harfrá kann eg sigla við Rospiggen II til Amerika” – og hon at ringja til Klaksvíkar til vælkenda skiparar, “Stellu-pól”.
Hendan telefonsamrøðan gerst sera stuttlig – og tá var nógvur látur.
Hvussu hettar eydnast – hvussu hon sleppur við til Grønlands, skal ikki avdúkast her – tí tað var ikki sum at siga tað tá á døgum – men við snildi sleppur hon við og umborð á Stellu Mariu, har hon var umborð í 6 vikur, áðrenn Rospiggen II aftur verður sjósett – og hon heldur fram ferðina til Ameriku.
Um dagarnar umborð á Stellu Mariu fáa vit nógv at vita – og sera stuttligt og hugnaligt er at hitta hesa manning og skipara. Um “lívi” umborð – um matgerð – um sjóverk –um pannukøkur og um stramman ráoljuroyk o.a. royk, ið ikki júst er so góður fyri sjóverk.
Vit merkja, at Aina hevði tað gott umborð á Stellu Mariu – og at hon gjørdist góð við hesar røsku sjómenn.
Vit, sum eru eitt sindur tilkomin, minnast nógvar av hesum monnum – og tað fløvar ikki so líti, at hitta teir aftur, hóast teir allir hvíla undir grønu torvu í dag.
Síðan heldur Aina fram ferðina til Ameriku.
Og her kemur veruligt “drama” inn í frásøgnina – meistarliga skriva – og meistarliga frásagt.
Vit merkja kuldan – vit merkja svongdina – vit merkja vónloysi, tá ið motorin steðgar – vit merkja møðina, tá ið hon rør yvir 30 tímar út í eitt – vit merkja pínuna í hondunum av “árabløðrum”- vit merkja vandan hon er í, tá ið hon kemur í nógvan ís, so øgiligan og nógvan – drívís – ísfjøll – og sum er um at smildra hennara lítla far – vit merkja gleðina, tá ið hon sær Amerika – men vónbrotið, tá ið alt verður burtur í mjørka – vit merkja neyðuna, tá ið tað gongur upp fyri Ainu, at hon ongantíð kemur til Ameriku við Rospiggen II.
Vit merkja, hvussu vónleyst alt er – tá hon at enda sovnar – meir ella minni í øviti.
Men vit merkja so sanniliga eisini gleðina, tá ið hon vaknar, við at sólin stavar henni í andliti.
Eyguni vætast ikki so líti hesa løtu – av tí syrgiliga – tí vandamikla – men so sanniliga eisini av gleðini.
Eg endi frásøgnina her – um ferðina hjá Ainu og fari at venda mær til tað listarliga í hesu framførslu.
Alla tíðina er Eyð Matras einsamøll á palli sum Aina Cederblom.
Vit sum kenna Eyð, vita, at hon setur krøv til onnur – men fyri at kunna tað, so setur hon fyrst og fremst krøv til sín sjálva.
Her fáa vit sjón fyri søgn, hvussu stór listarkvinna – hvussu stór sjónleikarkvinna, ið Eyð Matras er.
Hon var stutt sagt: Meistarlig – ja, tað var ótrúðligt hvussu væl hon spældi – ikki bara sum Aina – men allar møguligar leiklutur – sum sjómaður – sum norðmaður – sum gamal føroyingur – sum grønlendari – og kom væl frá øllum.
Har vóru nógvar fantastiskar stuttligar løtur.
At Sigrun Valbergsdóttir, ið hevur skriva leikriti, m.a eftir bók, ið Aina hevur skriva um ferðina – hevur havt eina hepna hond í síni leikstjórn og sínum leikriti, fingu vit prógv fyri.
Eisini merktu vit, at hesar báðar kvinnur hava arbeitt væl saman – og tað positiva kom eisini fram á palli – og “smittaði” út í salin. Til gleði fyri okkum áskoðarar.
Magni Husgaard hevur gjørt tónleikin – og hann hóskaði sera væl til leikin. Eisini dugdi Magni at fáa ymisk ljóð fram, ið vóru sera stuttlig – m.a. tá ið Aina misti skiftilykilin fyri borð – og tá ið motororin var steðgaður – og Aina eftir at hava arbeitt uppá motorin í fleiri tímar – royndi at seta hann í gongd aftur. Magni fekk okkum veruliga at ynskja, at tað eydnaðist at fá motorin í gongd aftur. Um tað eydnaðist, sigi eg ikki.
Listarmaðurin Edward Fuglø hevur staðið fyri pallinum – sera einfalt – og sera væl hóskandi – eins og alt í Edward fæst við.
Árni Baldvinsson stóð fyri ljósinum – og tað er hann sloppin sera væl frá. Har vóru ikki teir stóru projekttørarnir – men smáir – so smáir, at tú næstan ikki sá teir – men teir gjørdu so sannuliga sína nyttu.
Og so – ikki minst – umhvørvi, har leikurin verður spældur – í Leikalund – í gomlu Klaksvíkini.
Trúgvi ikki, at leikurin hevði hóska nakra aðra staðni so væl, sum í hesu trongu og hugnaligu hølum.
Hóast trongt til veggja – og ei høgt til lofta – so upplivdi tú tær stóru havvíddir – øgiligan ís – men eisini eitt trongligt lukar.
Atmosferan var perpekt.
Uttanfyri stendur navnframa Rospiggen II, og høvi er at síggja hana í sínum “veldi”. Hóast lítil – so eitt megnarfarð.
Eisini stendur Vevskúlin, ið Aina lat byggja – enn sum ein varði yvir hesa megnarkvinnu – ein vevskúli, ið hevur verið – og framvegis er – til gleði fyri nógvar kvinnur her um leiðir.
Í 1933 silgdi Aina einsamøll um høv við Rospiggen II.
Í dag bjóðar hon tær við.
Farð við.
Tú kemur ikki at angra tað.
Jógvan E. Ósá.




