Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á fjalli í Innistovu

Jákup Ósá

Myndarøð av fjallgongu: Leygardagin vóru teir á fjalli í Innistovu á Vági.

Myndarøð av fjallgongu: Leygardagin vóru teir á fjalli í Innistovu á Vági.

Innistova í Vági, sum tað verður nevnt, er festið, ið hoyrir til Klakkin og einum parti av Hálgafelli. Í haganum ganga umleið 110 áseyðir og eru tað Einar Klakstein og Heri Ellingsgaard, sum røkja festið. Leygardagin var so roytingin á skránni. Dagurin hilnaðist væl í veðrinum, tí áðrenn regn og vindur kom seinnapartin, var liðugt at reka. Tríggjar gongur eru í hesum hagapartinum. Til tær báðar fyrstu gongurnar gekk væl at reka, men tað kundi gingið betri til tað seinastu gonguna, tá nakrir seyðir lupu á og sluppu í rakstrinum. Um kvøldið var so royting, marking og hagreiðing á skránni umframt, at seyðurin skuldi hava heilivág. Aftaná alt hetta var fjalldøgurðin á skránni. Um seyðin er at siga, at hann sá út til at vera væl fyri, hóast støddin á lombunum altíð er ójøvn. Tað hevur eisini verið framúr góður gróður í ár, so nógv gras hevur verið í haganum.

Flestu myndirnar eru tiknar við telefon, og kvaliteturin er tí har eftir.