Í gjár vóru uppsalamenn á fjalli í Líðini.
Veðrið var av tí fagrasta og raksturin gekk væl. Lambatalið var eitt vet verri enn í fjør, men væl yvir miðal seinnu árini.
Livandi vektin var á góðari leið, har nógv veðurlomb vigaðu millum 80 og 100 pund. Niðanfyri eru nakrar myndir frá degnum.














