Í dag beyðst høvi hjá Norðlýsinum at fara ein flúgvitúr við tyrluni hjá Atlantsflog í Norðoyggjum. Klaksvík, Haraldssund, Enniberg, Skarðsvík, Eystfelli Hattarvík, Svínoy, Klaksvík.
Vit lata bara myndirnar tala fyri seg, men hetta var ein ótrúligur túrur. Flogskiparin, Rani Herup Olsen helt sín 26 ára føðingardag í loftrúminum í Norðoyggjum ídag, og vit ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum og takka fyri túrin. Hans Erik Jakobsen, stjóri á tyrludeildini hjá Atlantsflog sigur, at Rani hevur flogi við Atlantsflog í trý ár, og er ein sera dugnaligur tyrlupilotur, og tað fingu vit eisini at sanna á túrinum ídag, tá vit flugu fram við Ennibergi, Skarðsvík og Eystfellinum.
Myndirnar eru flestar tyknar út gjøgnum rútin á tyrluni, so norðanfyri gjørdi refleksið nakað av ónáðum, men myndirnar inni á Klaksvík eru fyri opnari hurð.
Njótið myndirnar.




