Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á Fólkaflokskafé í Bøgøtu

Jákup Ósá

Sí fleiri myndir.

Nógv fólk og góður stemningur var í fólkaflokskafé’ini í kvøld.

Felagssangur var á skránni og øll valevnini í Norðoyggjum vóru til staðar umframt fleiri valevnir aðrastaðni frá. Eisini kom formaður floksins Jørgen Niclasen á gátt. Eisini var nógv ymiskt gott til matna. M.a. turrur fiskur, turr grind, spik og súpan. Spikið var vælumtókt og einu løtuna høvdu menn nokk við at skera niður.

Veðrið var av tí fagrasta í kvøld og tað gjørdi, at eisini ein rúgva av fólki var uttanfyri hølini og skapti hetta ein serliga góðan stemning.