Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

A-landsliðið komið til Spania

FSF

Eftir ein langan og strævnan dag, við nógvari ferðing, vóru tað nakrir troyttir landsliðsleikarar, ið komu á hotellið í Mijas seint mikukvøldið, men longu klokkan 10 í morgun var fyrsta venjingin á skránni.

– Umstøðurnar her í Mijas eru sera góðar, og sjálvt um vit enn bara eru komin í februar mánað, so eru allir leikararnir hampuliga væl fyri, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, eftir venjingina í morgun.

Venjingin endaði við dysti millum teir yngru ímóti teimum eldru, og hesaferð vóru tað teir eldru, sum fóru avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 4-3 til eldra ættarliðið.

Fyrrapartin fríggjadagin verður aftur ein venjing á skránni, og seinnapartin setir føroyska ferðalagið kós ímóti Gibraltar, har Gibraltar og Føroyar fara at spæla venjingardyst leygarkvøldið klokkan 20:00, lokala tíð, skrivar FSF heimasíðan.


Fleiri myndir frá Hans Erik Danielsen/FSF kunnu síggjast HER