Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

A-landsliðshópurin móti Malta úttikin

Jákup Ósá

Lars Olsen hevur tikið hópin út til venjingardystin móti Malta 19. november.

Týsdagin 19. november skal føroyska A-landsliðið spæla vinardyst á útivølli ímóti Malta.


Merkisvert er at síggja, at leikarar sum Fróði Benjaminsen, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen ikki eru við og ei heldur er pláss fyri Róa Danielsen og Símun Rógva Hansen hesuferð. Mest óvæntaðu nøvnini í hópinum eru Karl Løkin og Sølvi Vatnhamar.

Lars Olsen hevur tikið hesar leikararnar út:

Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen og Teitur M. Gestsson, HB
Páll Klettskarð, KÍ
Pól Jóhannus Justinussen, Kristian Joensen, Klæmint A. Olsen og Karl Løkin, NSÍ
Erling Jacobsen, Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Daniel Udsen, FC Helsingør (DK)
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DK)
Jónas Tór Næs, Valur (ISL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)