Er keyptur inn til at styrkja um hjá uppflytara.
23 ára gamli Hallur Hansson hevur seinastu árini spælt við Vendsyssel. Har hevur hann verið ein av profilunum hjá liðnum, sum gjørdist júst og stutt til at flyta upp. Hinvegin tryggjaði AC Horsens sær pláss í Superliguni og uppflytararnir hava nú keypt Hall hansson, skrivar bold.dk. Einki verður upplýst um upphædd, men tað verður sagt, at stórur áhugi hevur verið fyri føroyska landsliðsleikaranum.




