Ímeðan vit bíða, hava vit verið inni hjá “Eplamammuni”, har vit hava fingið sera góða ræsta súpan, og ománá gott kaffi. Dagurin hevur higartil verið ótrúliga góður. Veðrið hevur verið heilt til vildar og stemningurin hevur verið á sera høgum støði. Flestu vit gestir hava verið samd um, at hetta er ein unikur máti at halda hendan serliga festivalin. Tey hava tikið hjallarar, fjós, úthús, fjósloft í nýtslu. Gamli hugnaligi handilin hjá Griasi hevur eisini verið opin. Fólk eru samd um, at vit tey, ið koma aðrastaðni frá, kunnu fara inn allastaðni, um tað so er til sølubúðir, pylsusølur, restaurantir ella onnur støð, so er bara at fara beint inn, uttan at hugsa um at fara úr klæðum ella skóm. Afturat tí kemur tú sera nær fólki, bæði teimum uttanífrá og Sandoyingum, so prátið gongur lystiliga allastaðni, bæði inni og úti.
Beint nú bíða vit bara eftir neytalortakapppingini. Kúgvin hevur enn einki latið av sær, men spenningurin er har, tí vinningurin er stórur og avlopið av kappingini fer óskert til B71, eitt sera gott endamál.
Enn er nógv fólk í Trøðum og sum skilst, so hevur gingið væl við søluni av eplum og ymsum grønmeti. Vit stuðlað tí føroysku framleiðsluni og keypa okkara egna, eisini fyri at minkað um útláti av flutningi úr fjarskotnum londum, tað er prát, ið nógv hevur verið frammi her á Sandi í dag.















