Maud og Bárður Østerø hava eitt festi á Trøllanesi. Maud sigur við Norðlýsið, at hon afturat bóndalívinum, hevur havt eina lítla kiosk á Trøllanesi, her fólk hava kunna fingið ymiskt undir tánna tá tey vitja í bygdini.
Eg havi havt ein gamlan kontórskúrð, frá tíðini tá tunnilin var gjørdur norður á Trøllanes, tí er hann frá áðrenn 1985, so nú hava vit útvega okkum ein nýggjan skúr til at hava kiosk í. Hesin er nakað størri enn tann gamli og hetta gevur okkum møguleika eisini at bjóða viðskiftafólki ein kaffimunn til keyps.
Í kioskini havi eg bert loyvi at selja slíkt, sum er innpakkað. Vit fara tí eisini at bjóða fram, ymiskt frá garðinum hjá okkum. Slíkt sum vit framleiða vanliga, so sum kjøtpylsu, neytakjøt í 20 kg dósum, malið kjøt, seyðalivrar, hjørtur, dunnuegg, høsnareg, ja eisini seyðarhøvd, um fólk vilja hava fatur á slíkum.
Heima við hús kunnu vit eisini bjóða okkum fram til “heimablíðni”, men tað verður bara ímóti at fólk biðja um tað frammanundan, so kunnu vit taka ímóti, tá tað ber okkum til. Eg kann nevniliga ikki selja smyrjubreyð í kioskini, tí sum sagt, har skal bert seljast slíkt, sum er innpakkað.
Vit ætla, at nýggja kioskin skal lata upp seinast í juni, tá hava vit havt kiosk á Trøllanesi í 10 ár.




