Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á Viðareiði leygardagin: Málningur eftir Arnold Vegghamar á uppboðssølu

Norðlýsið

Tað er ikki á hvørjum degi, at til ber at keypa ein málning eftir kenda listamálaran á Viðareiði, Arnold Vegghamar á eini uppboðssølu.

Tað er ikki á hvørjum degi, at til ber at keypa ein málning eftir kenda listamálaran á Viðareiði, Arnold Vegghamar á eini uppboðssølu.
Hetta høvið býðst kortini leygardagin, tá skipað verður fyri einum stórum marknaðardegi í skúlanum á Viðareiði.
Her eru tað 6. og 7. flokkarnir sum skipa fyri tiltakinum, nú tey savna pening inn fyri eini ferð til Íslands komandi vár

CAFÉ OG LOPPUR
Hesar seinastu vikurnar hava børnini, saman við foreldrum og lærarum teirra, lagt ein spennandi dag til rættis, sum vendir sær bæði til børn og vaksin.

Á skránni henda dagin er mangt og hvat:
– Fiskibrunnur,
– biografur
– loppumarknaður,
– café har keypast kunnu bollar, salat, vaflur og pizza-sniglar,
– søla av lutaseðlum við framúr góðum vinningum,
– tombola
– og altso henda uppboðssølan av einum málningi.

Tað hevur eydnast fyriskiparunum at fáa fatur á einum málningi eftir Arnold Vegghamar, sum á henda hátt vil stuðla ferðini hjá bygdarbørnum sínum.
Sølan av málninginum verður skipað sum ein sonevnd ”meksikansk uppboðssøla”, har tann ið kemur við einum boði, bert skal gjalda munin í krónum millum sítt boð og tað boðið, ið varð givið frammanundan.
Hetta merkir so aftur, at tann hepni keyparin í roynd og veru kann sleppa við at gjalda nakrar fáar hundrað krónur fyri ein málning, sum annars kann fara fyri fleiri túsund krónur!

Tiltakið í Viðareiðis skúla byrjar leygarmorgunin klokkan 11, og byrjar uppboðssølan av málninginum hjá Arnoldi Vegghamar klokkan 14:30.
Marknaðardagurin endar umleið klokkan 16.

 Vinningar til lutaseðil á marknaðardegnum á Viðareiði 23.mai 2015 🙂

1. Gávubræv frá Fonn Flog virði 2000 kr.
2. Gávubrøv frá Fonn Flog virði  2000 kr.
3. Vestastykki til drong (10-12 ár) virði kr. 650,- (mynstur er tekna uppá
4. Turriklæð og fyriklæði til gentu (10 ár) virði kr. 575,- (mynstur er tekna uppá)
5. Gávukort frá MIRA virði kr. 500,-
6. Sodavatnskassi
7. Turt tjógv
8. Seingjarsett
9.  Flak frá JFK
10. Flak frá JFK
11. Flak frá JFK
12. Flak frá JFK
13. Flak frá JFK
14. Upsastykki frá Tavuni
15. Upsastykki frá Tavuni
16.Upsastykki frá Tavuni
17.Upsastykki frá Tavuni
18. Fiskarfrikadellur frá Norðfra
19. Raspað flak frá Norðfra
20. Knettir frá Norðfra
21. Heilfrystur fiskur frá Framherja
22. Dupult vaflujarn frá El-in
23. Strúkijarn frá Elding
24. Toastari frá Elding
25. Amboðsspann til børn frá Borg
26. Tvey seingjarsett frá Norðoya Litbúð
27. Dewalt arbeiðslampa frá KBI
28. Gávukort frá FK virði kr. 300
29. Gávukort frá Salong Jacoba
30. Gávukort frá Zsport virði. 200 kr
31. Gávukort frá Skós virði. 300 kr
32. Gáva frá Summardáini

Skráin fyri marknaðardagin:

Kl. 11.00-16.00 Kafé er opin
Kl. 11.00-16.00 er loppumarknaður
Kl. 11.00-16.00 hava sølubásarnir v/MIRA, Eydnu og Elin Noru opið
Kl. 11.00-16.00 Biografur, sí skrá
Kl. 11.00-16.00 Fiskibrunnur
Kl. 11.00-16.00 Gita perlur
Kl. 11.00-16.00 Labyrint
Kl. 11.00-16.00 Lutaseðlar verða seldir
Kl. 11.30 Tombola
Kl. 13.00-14.00 Kasta róma
Kl. 14.30-15.30 Uppboðssøla av málningi frá Arnold Vegghamar
Kl. 15.30 Lutaseðlarnir verða trektir