Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Áarlop niðan Horn ígjárkvøldi

Jóhann Lützen

Veðurviðurskiftini eru broytt síðan útstykkingina uppi á Fossum, siga íbúgvar við Norðlýsið

 

Tað regnaði av grimd í gjárkvøldi. Uppi á Fossum var talan um áarlop og tað merktist á gøtunum undir – Niðan Horn og á Rættargøtu. 

– Vatnið kemur oman og rennur runt um húsini og undir húsini og fer so víðari omaneftir, sigur ein sum býr Niðan Horn. 

– Hetta eru afturvendandi mannaskaptir trupulleikar, sum eru íkomnir síðan útstykkingina Uppi á Fossum, sigur annar íbúgvi við Norðlýsið. 

Men tað er ikki einans regnið, ið órógvar meira enn tað hevur gjørt. Eisini vindurin er farin at gera meira um seg. 

– Tá hann er rangur Eystan er tað serliga ring ætt her uppi. Hvirlurnar raka inn í Háfjall og sláa so omanaftur. Útstykkingin uppi á Fossum elvir til grússtormar, har alt meira ella minni blívur sandblást niðanfyri, siga íbúgvar við Norðlýsið.