Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AB kenna seg snýttar

Jákup Ósá

AVGERANDI STØÐA: Dømið sjálvi her, um AB blivu snýttir í kvøld, tá dómarin Eiler Rasmussen dømdi avgerandi brotsspark til NSÍ í 73. minutti.

Avgerandi støða: Dømið sjálvi her, um AB blivu snýttir í kvøld, tá dómarin Eiler Rasmussen dømdi avgerandi brotsspark til NSÍ í 73. minutti.

 

AB og NSÍ leiktu í Effodeildini á Argjum í kvøld. NSÍ hevði yvirvág og spældi betra fótbóltin í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki kom AB nógv betri við í dystin og var betra liðið í stórum pørtum. Rógvi Poulsen legði AB á odda í 70. minutti og tá trúðu fleiri, at nú fór AB at fáa sítt fyrsta stig í ár. Men júst sum AB sá út til at hava gott tamarhald á dystinum, so fekk NSÍ brotsspark í 73. minutti. Stórt ivamál var kring vøllin og serliga kring heima áskoðarafjøldina, um talan var um brotsspark. Í seinasta sparkinum í dystinum skoraði NSÍ so avgerandi málið eftir hornaspark.

 

2-2 málið við brotssparki setti NSÍ veruliga í gongd. Um talan var um brotsspark kann lesarin sjálvur meta um í klippinum niðanfyri. Í øllum førum vóru heima áskoðararnir alt annað enn nøgdir við dómara avrikið í hesi støðuni. Vit lata lesaran døma um støðuna. Jóhan Thomsen eigur upptøkurnar. Í morgin hava vit øll hæddarpunktini frá AB-NSÍ dystinum á nordlysid.fo