AB hevur ársveitslu í kvøld og sum skilst er møguleiki fyri, at nýggi venjarin tá verður kunngjørdur. Bill M. Jacbsen er heitasta navnið.
Flestu liðini í Føroyum hava ársveitslu antin í kvøld ella um eina viku. Siðvenjan hjá teimum flestu er, at kunngera nýggjar broytingar í hópinum á hesum veitslum.
Einasta liðið, har framvegis er ógreitt, hvør venjari verður í 2014, er AB. AB hevur ársveitslu í kvøld og tá er væl møguligt, at nýggjur venjari verður kunngjørdur. Bill M. Jacobsen var í fjør klubb venjari í felagnum og er besta boðið uppá ein komandi venjara á Argjum. Fer AB eisini ella heldur at kunngera nýggjan spælara, so verður tað helst Hans Jørgensen, sum Norðlýsið skrivaði fyrr í vikuni.




