Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

AB og NSÍ leiktu á Argjum í dag

Jákup Ósá

Fleiri nýggir leikarar vóru á vøllinum.

Talan var um fyrsta venjingardystin hjá hesum báðum Betriliðunum.

Tað endaði málleyst á Argjum seinnapartin. Sum so ofta í venjingardystum, so vinnur verjuspælið á álopsspælinum, sum tekur tíð at fáa at sita eftir vetrarðsteðgin. Tí er ikki óvanligt, at fá mál koma fyrstu venjingardystirnar. Hjá AB spældi Absalon Eliasen frá byrjan, og tað er ein leikari, sum í fjør var partur av hópinum hjá TB/FC Suðuroy/Royn. Sum skilst hevur hann vant við AB í vetur.

AB byrjaði við hesum liðnum (4-2-3-1): Heðin Stenberg – Beinir Henriksen, Hørður Tórason, Árni G. Olsen, Absalon Eliasen – Tóki á Lofti, Bárður Olsen, Sørin Samuelsen, Bjarki Nielsen – Rasmus Dan Sørensen – Teitur Olsen

NSÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-1-1): Símun Rógvi Hansen – Bárður J. Hansen, Jóhan T. Davidsen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen – Øssur Dalbúð – Klæmint A. Olsen.

Liðið sum endaði dystin hjá NSÍ var hetta(4-4-1-1): Andras Gango – Sjúrður Pauli Nielsen, Jóhan T. Davidsen, Per Langgaard, Jannik Olsen – Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen, Pól Jóhannus Justinussen, Aron Knudsen – Petur Knudsen – Hans Marius Davidsen.