AB fær royndan verjukendan leikara, ið skrivar undir hóskvøldið.
AB fær royndan verjukendan leikara, ið skrivar undir hóskvøldið.
Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, váttar fyri Norðlýsinum, at Kári Nielsen verður ikki einasti styrkurin hesa vikuna. Hann sigur, at AB fær ein royndan verjukendan leikara í hópin og verður hesin almanna kunngjørdur hóskvøldið, um alt gongur sum tað skal. Hann verður tó ikki við móti NSÍ fríggjakvøldið.
Sum skilst er hetta styrkur, ið serliga er ætlaður breiddini í hópinum. Tí AB hevur havt nógvar leikarar úti við skaðum seinastu tíðina.
AB hevur seinastu tríggjar dystirnar fingið 7 stig og vónirnar fyri yvirliving eru nógv batnaðar seinastu tíðina.




