Annar hevur leikt á høgum støði í Montenegro.
Tveir nýggir leikarar eru komnir til AB í vikuni, og skulu hesir spæla við Betra-liðnum hjá AB hetta kappingarárið. Tað skrivar AB á síni heimasíðu.
AB skrivar soleiðis:
Talan er um 31 ára gamla Ivan Knezevic, sum er ættaður úr Montenegro. Hann er royndur áleypari, og hevur spælt í Russlandi og í Montenegro. Sjúrður Olsen frá FC Argjum sigur, at AB hevur manglað royndar áleyparar á liðnum í fleiri ár. FC Argir hevur hugt at Ivan Knezevic seinastu 2 mánaðirnar, og hava so gjørt sáttmála við hann í tí vón, at hann fer at roynast væl á liðnum.
Annar leikarin, sum eisini er komin til AB hesa vikuna, er 20 ára gamli Absalon Eliasen. Absalon hevur spælt við Effoliðnum hjá TB í 2016 og í 2017 spældi hann við 1. deildarliðnum hjá TB/FCS/Royn. Í 2012 og 2013 spældi hann fleiri dystir á U17 landsliðnum.



