Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ABC undir realitetssamráðingar

John William Joensen

Umleið kl. 23:30 fóru umboðini fyri ABC flokkarnar til húsa og avgjørt er at byrjað realitetssamráðingar í morgin

Sum vit skilja hevur stemningurin verið eitt sindur skiftandi í kvøld og sum politiska støðan er í løtuni kann alt henda.

Tingfundur er lýstur at verða í morgin – men sum Norðlýsið skilir verður hann ógvuliga stuttur.

Hvussu samráðingarnar fara at eydnast hjá ABC flokkunum er trupult at spáa um – og ikki er óvist at aðrir møguleikar verða royndir eisini.

Men avtala er so, at royna ABC í fyrstu atløgu og farið verður undur realitetssamráðingar í morgin.

Í sjónvarps-kjaksending hjá Kringvarpinum í kvøld – umtalaði løgmaður ABC samstarvið – sum tað tryggu loysnina.