Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Absalon Matras fekk Ársins Rósu

Oliver Joensen

Spenningur var til tað seinasta, tá Steinbjørn O. Jacobsen í kvøld, á fótbóltsvøllinum fyri stórari mannfjøld kunngjørdi tiltakið Ársins Rósa.

Nógvar gitingar hava verið í seinastuni um, hvør mundi fara at fáa Ársins Rósu, og ein glaður borgarstjóri kundi kunngerða fyri mannfjøldini, sum samankomin var á Djúpumýru í kvøld í samband við stóra tiltakið Jólaskipið, at fólkini aftanfyri Ársins Rósu, saman við innsendum uppskotum, høvdu valt at lata Absalon Matras av Norðoyri Ársins Rósu. Absalon fær Rósuna fyri sítt stóra arbeiði í samband við hansara ótroyttuligu hjálp til Rumenia, higar hann sjálvur hevur ført fleiri tons av brúktum klæðum og leikum.
Tillukku Absalon.

Harleywoodpaint