Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ábyrgdaraval er í Norðoya Sparikassa

Oliver Joensen

Í góðveðrinum í dag, valdi eg at ganga ein túr oman í Norðoya Sparikassa at seta mín kross við valevnið, ið eg helt vera egnað til at sita har.

Til Ábyrgdaravalið 2023 eru tilsamans 58 valevni uppstillað, og vit skulu heilsa frá Norðoya Sparikassa, at tey hava ynski um at so nógvir ábyrgdarar sum gjørligt møta upp og siga sína meining við at seta kross við eitt av valevnunum.

Atkvøtt verður í avgreiðslutíð Sparikassans. Seinasta valdagin, tann 10. mars, ber tó til at velja á høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík fram til kl. 19.00.