Ársaðalfundurin 2019 hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag verður á loftinum í KÍ høllini mánakvøldið 11. februar kl. 20.00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Greitt er, at Tummas Lervig er afturvaldur sum formaður, tí einki mótvalevnið kom, áðrenn freistina, sum er átta dagar áðrenn fundin. Tummas vónar, at fleiri fólk vilja taka ábyrgd í felagnum.
– Stóra uppgávan í felagnum í løtuni er at fáa fleiri fólk til at átaka sær uppgávur, sum eru nógvar í einum so stórum felagi. Tað snýr seg bæði um at fáa fólk í nevnd og til aðrar uppgávur. Á nógvum økjum koyra tingini væl, men á summum økjum mangla vit fólk, sigur Tummas Lervig.



