Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aðalorðaskifti um Klaksvíkar skúlaverk

John William Joensen

Í samband við fíggjarætlanina fyri komandi ár var uppskot frá fíggjarnevndini um at strika útbygging av Ósáskúlanum komandi ár.

Orsøkin var, at fíggjarnevndin ynskti eitt orðaskifti um Klaksvíkar skúlaverk sum heild. Hetta ynskið er ikki nýtt, hetta er samtykt í býráðnum fleiri ferðir fyrr, seinast tá ið fíggjarætlanin fyri 2004 var til viðgerðar – men onki er hent í málinum. Tí var uppskotið frá fíggjarnevndini so víðfevnt hesaferð, nevniliga fyri at fáa mentanarnevndina at taka stig til orðaskifti. Endin var, at kr. 500.000 vóru settar av til Ósáskúlan við teirri treyt, at eitt aðalorðaskifti kemur, og er hetta, eftir mínum tykki, í tøkum tíma.

Føroya besta skúlaverk.
Í dag er tað so alneyðugt sum ongantíð áður at hava eitt vælútbúgvið fólk . Bæði fyri at okkara vinna skal klára seg í kappingini við aðrar, og tí at vit sum foreldur kunnu geva okkara børnum so góðan møguleika at klára seg úti í lívinum sum gjørligt. Tí skulu stórar íløgur gerast í okkara skúlaverk, og tí skulu vit seta okkum mál, hvat vit vilja við skúlanum. Eftir mínum tykki eiga vit at seta út í kortið, at innan 10 ár skal Klaksvíkar skúlaverk teljast millum tey bestu í Føroyum og millum tey, ið vit natúrliga kunnu samanbera okkum við.
Hetta krevur stórar íløgur, ikki bert í bygningar men so sanniliga eisini í førleikamenning til tey, ið skulu undirvísa okkara børnum. Ætlanin er, at vit í 2006 skulu luttaka í OECD kanningini, sum nú um dagarnar vísti, at donsk skúlabørn dumpa so tað stendir eftir, tá ið tað kemur til at duga at lesa, rokna og hava kunnleika innan natúrfakini. Júst hesir førleikar eru alneyðugir í tí alt meira tøkniliga gerandisdegi vit liva í.

Skúlaverkið í Klaksvík í dag.
Støðan í skúlunum í Klaksvík í dag er tann, at Ziskatrøðskúlin í meir enn 10 ár hevur verið eitt byggipláss, tí viðlíkahald, ið hevði ligið á láni í nógv ár, nú mátti fremjast. Til hetta arbeiðið eru nú nýttar einar 20 mió, og hvat hava vit fingið fyri peningin ? Til dømis kann nevnast, at skúlastovurnar eru alt ov lítlar til tað virksemið, ið ein vanlig skúlastova krevur í dag. Írestandi upphæddin til Ziskatrøð skúlan, alt eftir hvat ætlanin er at gera, liggur um einar 15-20 mió krónur. Tað fyriliggur ongin endalig ætlan fyri, hvat hetta arbeiðið skal enda við ! Ósáskúlin hevur í nógv ár verið ov lítil til ta virksemi, ið hann hevur, og fleiri útbyggingarætlanir hava verið á borðinum, tann seinasta kostar 34 mió. Í triðja lagi hava vit  bundið eitt stórt øki undir Fossum til ein nýggjam skúla. Ongin støða er tikin til, um henda ætlan skal fremjast ella ikki. Haraftrat kemur spurningurin um framtíðarbygnaðin, er tað framvegis hóskandi at hava tveir skúlar við teimum avbjóðingum, ið skúlaverkið í dag stendur fyri ? Henda spurning skylda vit okkum sjálvum at viðgera á ein sakligan hátt.

Brúkarin við í orðaskiftið.
Nógv var frammi í valstríðnum um borgaraávirkan, og er skúlin eitt øki, ið allir borgarar fyrr ella seinni koma í samband við, tí er hetta aðalorðaskiftið eitt gylt høvi at taka øll við í kjakið. Okkara uppskot til komandi mentanarnevnd fer tí at vera, at skipað verður fyri fundum, har øll: leiðsla, lærarar, foreldur, næmingar og politikarar fáa høvi at luttaka. Avgerðina skulu politikararnir taka, og fyri at grundarlagið undir avgerðini skal vera so gott sum gjørligt, eiga allir partar at koma til orðanna. Hetta kann ljóða møtimikið, men vit fara at skjóta upp, at ein tíðarætlan verður gjørd, so at støða verður tikin til framtíðina hjá Klaksvíkar skúlaverki innan 1. august í 2005.

Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur
http//heima.olivant.fo/~eydgunn