Tá eg var við til at samtykkja eitt aðalorðskifti um Klaksvíkar skúlaverk, í samband við fíggjarætlanina fyri 2005, hevði eg eina greiða fatan av, hvat tað var ið eg atkvøddi fyri.
Aftaná fundin týskvøldi, har Georg Metz helt ein, eftir mínum tykki, góðan fyrilestur, eri eg ikki sørt ørkymla. Eg valdi ikki at taka orðið á fundinum, tí eftir míni fatan hevði fyrilesturin og tað orðaskifti ið kom aftaná onki við hvørt annað at gera. Gamaní var kanska ikki so lætt at seta spurningar ella tjakast um tað sum Georg Metz segði, men eg hevði tað fatan, eftir reaktiónunum hjá teimum sum lurtaðu, at hann gav fólki nakað at hugsa um. Tí er mín støða, eisini fyri at virða fyrilestrarhaldaran, at fundurin skuldi verið endaður tá ið fyrilesturin og møguligar viðmerkingar til hann vóru bornir fram.
Hví ynskti býráðið aðalorðaskifti ?
Tá ið fíggjarætlanin fyri 2005 var til viðgerðar, lá eitt uppskot um at útbyggja Ósáskúlan fyri áleið 35 milliónir og eftir ætlanini skuldi útbyggingin fremjast innan stutta tíð, eini 4-5 ár. Hetta fór at krevja stórar árligar avsetingar komandi árini á 6 – 10 milliónum árliga. Politiski verðuleikin er, at semja fekst ikki um hetta málið, fleiri býráðslimir vildu hava ferð sett á at gera skúlan við Ziskatrø lidnan yvir 2 ár fyri síðan at fara undir hesa verkætlan í Ósáskúlanum. Eisini var ivið um, um henda útbygging nøktaði ein tørv ið rakk inn í framtíðina og um hetta fór at gera at skúlin undir Fossum var skrínlagdur við alla. Aðrir óloystir spurningar vóru: serskúlin, kantinukrøv, bókasavn.
Eg skilji væl, at lærarar og foreldur at børnum við Òsáskúlan eru frustreraði av hesum, at onki sær út til at henda við teirra skúla. Men sum politikari føli eg, at tá ið ein avgerð at fara undir eina verkætlan sum er líka so stór sum havnalagi í Ánunum, so hevur ein skyldu at fáa allar spurningar svaraðar og vera vísir í, at júst henda íløgan nøktar tørvin ikki bara her og nú men eisini eini 10 ár fram í tíðina. Tí er tað eisini neyðugt at tosað um innihald í skúlanum, sjálvt um kommunan skal útvega karmarnar so má hon kenna og hava eina støðu til innihaldið, fyri at vita hvat tað er fyri karmar, ið skulu til. Tí eri eg ikki samd við teimum sum halda, at vit skulu byggja fyrst og síðan tosað um innihald, tað letur seg ikki gera.
Hvat er eitt aðalorðaskifti ?
Eftir míni fatan hevur eitt aðalorðaskifti ein byrjan og ein enda. Ætlanin hjá býráðslimunum ið atkvøddu fyri orðaskiftinum var, var at ásetast skuldi nær orðaskifti var liugt og hugsanin hjá okkum var eini 4-6 mánaðir, so klárt var at taka støðu tá ið arbeiðið við fíggjarætlanin fyri 2006 fór í gongd. Eitt tílíkt orðaskifti hevur eisini nakrar greitt orðaðar spurningar ið ein ynskir lýstar, svaraðar og at tjakast verður um. Ein ítøkilig skrá er fyri, hvussu fara vit fram til dømis fyri at lýsa spurningin um ein skúla ella tveir. Har skuldi ein fundur verið fyriskipaður bert um hetta evni, har tvey fólk ið vóru ávikavíst fyri einum og tveimum skúlum høvdu hvør sítt innlegg ið lýsti teirra sjónarmið og síðan var eitt tjak útfrá hesum.Tá ið allir spunringarnir ið vit ynskja lýstar/svaraðir hava verið umrøddir so endar orðaskifti við einum býráðsfundi har býráðslimirnir umrøða málið, taka støðu og samtykkja hvat ið gerast skal. Síðan er orðaskifti liðugt og samtyktin verður sett í verk.
Hóast hesa heldur óskipaðu byrjanina til orðaskifti, ið vit vóru vitni til týskvøldið,so vóni eg framvegis, at vit fáa eitt gott tjak, har serliga sjónarmiðini hjá foreldrunum koma fram, so vit ið skulu taka støðu hava eitt gott grundarlag at taka støðu útfrá. Tí vil eg heita á Mentunnarnevndina um at gera eina ætlan fyri hvussu orðaskifti skal halda fram, innan kallað verður til fundar aftur.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur.
http://heima.olivant.fo/~eydgunn/




