Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ADHD ráðstevna – hvar eru vit í dag?

Tíðindaskriv

Í døgunum 14. og15. apríl skipar Psykiatriski depilin fyri ráðstevnu um ADHD á Hotel Føroyum. Endamáliðvið ráðstevnuni er, við kunning og upplýsing, at seta sjóneykuna á ADHD. Hvussukunnu vit sum fakfólk veita dygdargóða og rætta hjálp og viðgerð til hesi fólk? 

Nógv áhugaverd evniverða umrødd á ráðstevnuni, sum t.d.: hvat vita vit um ADHD hjá føroyingum, oger hetta ein nýggj avbjóðing hjá okkum? Er ADHD eitt mótafyribrigdi? Hvør ermunurin millum ADHD og umsorganartrot ella hongur tað saman? Hvussu kunnu vitveita bestu námsfrøðiligu hjálpina í skúlahøpi? Umframt hetta verður m.a. nomiðvið evni sum misnýtsla og kriminalitetur, svøvntrupulleikar, hvussu ADHD kemurtil sjóndar hjá gentum, avbjóðingar í gerandisdegnum hjá vaksnum ogviðgerðarmøguleikar sum heild.

Talan er um tveirdagar við fyrilestrum, framløgum og pallborðskjaki. Hesi fara at haldafyrilestur: Per Hove Thomsen, kliniskur professari í barna- og ungdómspsykiatriog yvirlækni, Dorte Damm, barnaneuropsykologur og spesialpsykologur í barna- ogungdómspsykiatri og Tormóður Stórá, serlækni í psykiatri og leiðandi yvirlækni.Harumframt verða tað umboð frá Almannaverkinum, Sernám, Psykiatriska deplinumog serflokkinum í Skúlanum á Fløtum, ið koma at hava framløgur. Eisini komatvær familjur at greiða frá teirra upplivingum og royndum.

Ráðstevnan erætlað fakfólki, ið arbeiða við børnum, ungum ella vaksnum, sum hava ADHD.

Sí meira um skráog tilmelding á www.tilmelding.fo.