Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Adu bleiv hetjan við Stórá

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) KÍ tók møguleikarnir tá teir komu og revsaði heimaliðið hart í einum jøvnum og spennandi dysti við Stórá.

KÍ byrjaði í eini 4-4-2 leikskipan, meðan TB/FC Suðuroy/Royn spældi við fýra leikarum í verjuni. Líkindini vóru frálík, tá dómarin Dagfinn Forná floytaði dystin í gongd.

Tveir mál møguleikar í fyrra hálvleiki

Í fyrra hálvleiki høvdu liðini hvør sín stóra málmøguleika. Í 12. minutti bleiv Búi Egilsson spældur leysur av Jón Krosslá Poulsen, men Kristian Joensen bjargaði væl. Síðani bleiv talan um dyst við lítið skipaðum spæli. Hvørgan av liðunum megnaði at spæla seg til møguleikar. Nærum burturúr ongum kom Jóannes Bjartalíð í 38. minutti at standa væl fyri uttanfyri brotssteigarmarkið, og hann skoraði til 1-0, ið var hálvleiksstøðan. Onkrir aðrir hálvir møguleikar vóru, har ein trýstur Hørður Askham m.a. skeyt uppum eftir hornsparksstøðu. 

Adu avgjørdi

Í seinna hálvleiki koyrdi TB/FC Suðuroy/Royn Poul Ingason fram í álopið. Heimaliðið royndi at trýsta, men KÍ hevði tamarhald á tí fram til 65. minutt. Tá breyt Búi Egilsson, sum var sannførandi í fleiri støðum, ígjøgnum í høgru síðu. Upptøkurnar vísa, at Hjalgrím Elttør helst átti fríspark í støðuni, men Búi fekk lagt innfyri til toppskjúttan Jón Krosslá Poulsen, sum skoraði til 1-1 og heimaáskoðararnir vóru í hopla. Løtu seinni kundi heimaliðið lagt seg á odda, men skotið hjá Jón Krosslá Poulsen endaði á stongini. KÍ álopsleikarin Albert Adu má teljast millum leikararnar, ið hava skorað flest mál í bestu deildini á vøllinum við Stórá. Hann stóð heilt greitt væl í eygunum á heimaáskoðarunum, sum ikki góvu honum nakra harðliga móttøku. Adu bleiv stóra hetjan hjá KÍ, tá hann avgjørdi dystin í 77. minutti. Dion Splidt trýsti høgt uppi á vøllinum og vann bóltin av norska Mats Walberg, ið annars hevði spælt væl. Dion, ið hóast lítla spælitíð hevur flest upplegg hjá KÍ, legði væl innfyri til Albert Adu, sum skoraði. Heimaliðið royndi at trýsta, men KÍ helt teimum frá stórum møguleikum seinastu løtuna.

Marginalarnir við KÍ hesaferð

Í KÍ hevur fyrsti triðingur verið merktur av, at liðið fleiri ferðir hevur mist góð úrslit á stokkinum. Men hesaferð vóru marginalarnir við KÍ. Tí sæð yvir allan dystin, so var talan um javnan dyst sum tað sama kundi enda við javnleiki útfrá møguleikum. KÍ tók sínar, tí burtursæð frá báðum málunum, so skapti KÍ ikki nógv, meðan TB/FC Suðuroy/Royn kanska hevði tveir stórar møguleikar afturat málinum. Heimaliðið spældi við stórari orku, og tað er øllum greitt, at tað verður trupult at spæla við Stórá í ár. Hjá báðum liðunum kom illað við, at tey mistu týdningarmiklar leikarar til næsta dyst vegna leikbann. Jón Krosslá Poulsen verður ikki tøkur móti Víkingi, meðan Semir Hadzibulic ikki verður tøkur móti HB.

Mynd: Screenshot/KVF

Harleyfacadeacryl