Tað gekk bara væl hjá Jústinesi Olsen djóralækna og hjálparfólkum at fáa æðuhvalin ella mastrahvalin út aftur.
Æðuhvalurin er friðaður, og tí var í fyrstu atløgu avgjørt at royna at fáa hann út aftur har hann var strandaður niðanfyri Lítlubeding. Jústines sigur, at hann var bangin fyri at hvalurin hevði mist "balansan", um hann hevði ligið ov leingi á liðini. Men eg haldi at hann hevur ligið væl, tí var hann hampiliga væl fyri eftir skelkin hann hevði fingið.
Vit hava nevniliga sæð aðrastaðni, at hvalir sum eru strandaðir hava mist "balansan" og eru tí druknaðir tá teir koma aftur í djúpan sjógv.




