Um Hvitusununa 4, 5 og 6 Juni hevur Ægir luttikið til JM/FM á langgeil í Páls høll í Vági við 8 svimjarum.
Tey, ið vóru við hjá Ægir vóru:
– Lea Petersen (2009)
– Róa Trygvadóttir (2008)
– Ragnhild Jacobsen (2008)
– Durita Mohr Askham (2008)
– Lea Osberg Højsted (2008)
– Líggjas Joensen (2008)
– Heini Mohr Askham (2006)
– Jonna Joensen (2005)
Svimjarnir hava fingið sera góð úrslit sum heild, og settu svimjarnir fleiri nýggj persónlig met. Ægir vann flest heiðursmerkir pr. svimjara.
Ársins stjørnuskot vóru bæði úr Ægir, fyri gentur var Róa Trygvadóttir og fyri dreingir Líggjas Joensen.
Harafturat avdúkaði landsliðsvenjarin, Kristian Martin Joensen, at 4 svimjarar høvdu klára kravtíðirnar til NMU sum verður í Tallinn í Estlandi í vikuskiftið 9. og 10. juli 2022 og vóru tey Heini Mohr Askham, Lea Osberg Højsted, Róa Trygvadóttir og Líggjas Joensen, øll úr Ægir.
Samanumtikið ein sera góð kapping hjá Ægir.




