Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ægir open

Jóhann Lützen

Hetta vikuskiftiđ verđur Ægir open í Klaksvík. Viđ verđa áleiđ 90 svimjarar úr teimum 6 svimjifeløgunum í Føroyum

Hetta er eisini seinasti møguleikin hjá onkrum av svimjararunum at klára eina kravtíđ til FM á stuttgeil, sum verđur í Havn í døgunum 13.-15/11.

Vegna koronatilmælini er ikki møguligt at hava áskođarar til kappingina, men kappingin verđur stroymd, og verđur ein leinkja løgd út.

Kappingin er í trimum pørtum, og byrja teir leygarmorgunin kl. 9.30, leygardagin seinnapartin kl. 17 og sunnusagin kl. 13.30.