Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ægir sluttaði av fyri veturin

(
John Færø)

Svimjarar, venjarar, hjálparfólk og nevndarlimir í Ægi møttust mánakvøldið í Klaksvíkar Svimjihøll, har felagið skipaði fyri einum hugnaligum endabresti fyri veturin 2002/03.

Tað var gott lag á fólki í svimjihøllini mánakvøldið, nú Svimjifelagið Ægir sluttaði av fyri veturin. Ikki tí – tað verður ivaleyst svomið og vant víðari út á summarið – eingin ivi um tað – men fyri tey yngru var hetta endabresturin fyri fyrst. Tey byrja aftur at venja beint eftir summarfrítíðina.

Hetta kvøldið sluppu allir svimjarar í Ægi at luttaka í eini lítlari innanhýsis svimjikapping.

Fyrst vóru tað tey yngstu, sum sluppu at royna seg í lítla hyli, meðan øll hini hugdu at. Síðani varð farið yvir í kappingarhylin, har tey størru lupu útí. Fyrst tey elstu, og síðani niðureftir, til øll høvdu luttikið í einari kapping í part.

Hóast hendan kappingin ikki hevði tann stóra týdningin, so legði ein til merkis, at svimjararnir høvdu stóran áhuga í, hvørja tíð tey høvdu svomið. Alt var gjørt í einum góðum og hugnaligum anda – jú, svimjararnir duga sera væl at hugna sær saman.

Føroya Banki hevur latið heiðursmerki, sum eftir loknar kappingar vórðu handaði svimjarunum, og so var myndatøka – fyrst av venjarunum hjá Ægi í vetur, og síðani av øllum svimjarunum.

Ein sera hugnalig løta í svimjihøllini, har eisini onkur foreldur nýttu høvið at vera við og hyggja at aftur við einum kaffimunni.