– ER AT SPÆLA HASARD VIÐ OKKARA FÌGGJARKERVI OG FÌGGJARLIGA TRÙVIRÐI OKKARA.
Um hetta ætlaða yvirtøkumál hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður sagt ”sitat”:
Okt. 2003
”Hetta er størsta stigið fram móti einum samfelagsbúskapi, har vit sjálvi hava avgerðarrættin og ábyrgdina. Vit eru farin undir arbeiðið at yvirtaka alt fíggjarøkið, tað vil siga penga- og kredittmál. Yvirtøkan fevnir um lóggávuvaldið mótvegis peninga- og kredittstovnum.”
marts: 2008
”Samgaongan hevur avgjørt at fara uppí EFTA og tí er neyðugt at yvirtakað fíggjarøkið.”
Her skal sigast at tað so ikki verður samgongan sum avgerð EFTA limaskap, men Svejts og Lichstenstein.
Umframt fíggjareftirlit so er innskjótaratrygdin eisini uppi í yvirtøkuni skal ein trúgva Karsten Hansen í Kringvarpinum 04.2.08
Hetta málsøkið sum er nevnt í samgonguskjalinum – ein av ætlaðu yvirtøku málunum, hevur hóast tað kanska tann álvarsamasta ætlaða yvirtøkan ,stórt sæ onga viðgerð hevur fingið av okkara fjølmiðlum, tað er higartil elegant ”skoyta ” tvørtiryvir tí, sum um tað ongan týdning hevur alment.
Fíggjarøkið er vitalt og umráðandi fyri okkum øll .
Økið er sera umráðandi og vitalt fyri okkum øll sum livað í hesum landið , – tí tað hevur við alt okkara fíggjarkervi at gera og heldur m.a. eisini eftirlit við at okkara fíggjarstovnar gera sítt arbeiði til lítar og halda seg innan lógargivnu karmarnar.
Okkara peningastovnar/fíggjarstovnar eru ídag partur av donsku skipanini og undir eftirlitið av danska fíggjareftirlitinum ,sum heldur skil á og eftirlit við øllum fíggjarstovnum í danska ríkunum.
Lógarverkið hesum viðvíkjandi og uppdateringar, sum støðugt verða framdar í einum alsamt broytandi heimið verður umsitnir av hesum mynduleika .
At okkara peningastovnar sum ídag virka altjóða í nógv størri mun enn teir gjørdu í 2003 .er gleðiligt og hevur miðvísa tillaging til altjóðagerðina , eisini víst seg at verða ein góð inntøkukelda fyri landið.
At báðir teir stóru peningastovnarnir eru skrásettir á virðisbrævamarknaðum, setir eisini stór krøv bæði til teir sjálvar , men so sanniliga eisini politisku skipanina , sum skal tryggja at karmarnir teir hava at virka undir eru tryggir og at at nýggj atljóða lógarkrøv, lógartillagingar og dagføringar av hesum verða framdar her.
Um ótryggleiki fer at verða um føroysku bankarnir og eftirlitið við teimum, so er vandi fyri at partaeigarar komað at gera vart við seg , og kann hetta eisini ávrika fíggjarligu støðuna hjá bankunum skeivan vegin.
Hinvegin so kunnu bankarir í ringasta føri fyri at fyribyrgja óstabilitet, velja at flyta høvuðssæti til Danmarkar, og tað vildi ført við sær stóran inntøkumiss fyri landið.
Vit mugu ansað sera væl eftir at nationalar kenslur ikki skúgva svit og skil til viks og harvið gera størri skaða enn gagn. Tað sær tíverri út til at verða hetta sum er í fer við at henda í hesum málinum.
Fíggjareftirlitið á føroyskum hondum – hvat við habilitetinum ?
Eg loyvið mær at seta spurnartekin við hvussu professionelt og habilt hesin kemur at verða umsitin, av fólkið sum einans skulu eftirkannað 4 bankar , hetta í mun til eitt toymi uppá 250 fólk ,sum ídag hava allar bankarnir í ríkunum at halda eftirlit við??
Eitt toymið, sum fyri at upprætthalda professionalismu og habilitet hevur eina rotatiónsskipan, sum virkar á tann hátt, at ikki er møguligt hjá nøkrum at komað at kannað sama banka meira enn 3 ferðir , fyri at fyribyrgja at ivið skal setast við habilitetin hjá eftirlitsfólkunum.
Verður yvirhøvur hugsað um hesi tingini? Eg ivist stórliga.
Málið sýnist at verða – yvirtak fyri einhvønn prís.
Tað var eyðsæ í kringvarpssendinini eftir Dag og Viku , at formaðurin fyri føroysku peningastovnarnir var sera skeptiskur við hesa ætlan landsstýrisins.
Moody´s hevur givið okkum karakter
Ratingin í Moody hevur gjørt av fíggjarmegið okkara góð fyri okkum, men er eisini neyvt tengt at trúvirðinum hjá ríkisins fíggjareftirlitið, sum hevur vigar tungt í teirra metingum , eins og tað vit eru partur av ríkisfelagskapinum vigar tungt.
Hetta er veruleikin – alt annað tos er uttanumtos og kann ikki brúkast til nakað sum helst.
”Pengeinstitutternes Garantifond.” – Samhaldsfesti millum peningastovnarnar.
Okkara bankar eru eisini partur av eini samhaldsfastari t.e.”solidariskari” skipan við donsku bankarnar og sparikassarnir .
Kemur ein banki ella sparikassi í fíggjarligar trupuleikar ,sum endar við húsagangi – so hefta bankarnir og sparikassarnir solidariskt fyri hvørjum ørðum við eini upphædd, sum í stødd er tengd saman við støddina á einstaka banka/sparikassanum.
Um vit t.d. takað Føroya Banka og Danske Bank sum dømi, so er býtislykilin tann, at um Danske Bank fór av knóranum so hefti Føroya Banki fyri ca. 10-11 mio sum teirra parti í garantifonden .
Hinvegin, – um Føroya Banki for á heysin, so er upphæddin , ið Danske Bank heftir fyri í garantifondinum ca. 700-750 mió.
Um fíggjarstovnar í ríkinum fara á heysin ídag, so tryggjar ”Pengeinstitutternes Garantifond”sum verður umsitin av Danska Tjóðbankanum at: :
Allir uppspararar fáa afturgoldið upp til Kr. 300.000 frá trygdargrunninum ´.
Allir Pensiónsuppararir fáa 100% av teirra pensiónsuppsparing endurgoldnað frá trygdargrunninum .
Tá (um) tit yvirtakað fíggjarøkið sum føroyskt sermál og harvið fara burturúr danska kervinum , – tað er jú tað sum landsstýri ætlar, – hvussu verður støðan tá ??
Hvør tryggjar tá pensións – og vanliga innskjótaran (uppspararan) í føroysku peningastovnunum ??
Áhugavert hevði verið at hoyrt hvussu ætlanin er at fáa hesa kabal at ganga upp í eina hægri eind.
Livst so spyrst.
Johan Dahl
Løgtingsmaður




