Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ætlanin um mentanarhús í Klaksvík verður løgd fram í morgin

Helgi Abrahamsen

Fríggjadagin kl. 14 verður eitt uppskot til nýtt mentanarhús í Klaksvík almannakunngjørt í Býráðshøllini.

Fýra føroysk arkitektafeløg eru biðin um at gera hvør sítt uppskot til umbygging av verandi posthúsi. Ætlanin er, at verandi skap skal verða varðveitt, men harumframt skulu góðir 1.100 fermetrar byggjast afturat við høll og øðrum hentleikum.

Øll innkomnu uppskotini verða víst fram í morgin og vinnari verður kosin.

Býráðið keypti í síni tíð posthúsið, og síðani tá hevur Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík staðið fyri bygninginum. Ein neyv byggiskrá er gjørd fyri húsið, sum við einum uppíbygningi skal hýsa Norðoya Listafelag, Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Klaksvíkar býráð (við býráðssali), spæli” og venjingarverkstaði, Dávavirkinum, Klaksvíkar Tónleikarafelag, og øðrum brúkarum eins og spontanum tiltøkum.

Eisini eru løgd inn gongu- og veruøki við kaféumhvørvi og einum stórum sali, sum skal hýsa í minsta lagi 300 fólkum.

Býráðssalurin skal kunna brúkast til onnur tiltøk enn býráðsfundir, eins og býráðssalurin skal kunna vaksast við hjáliggjandi hølum, tá mál við serliga stórum áhuga eru á skránni.

Arkitektafeløgini sum hava gjørt uppskot eru:

FuglArk

Map Arkitektar

Ósbjørn Jacobsen

Arkitektar99


Í stýrinum fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík sita:

Signhild V. Johannesen, forkvinna

Jógvan Skorheim

Gunvá við Keldu

Archibald Black, vegna Norðoya Listafelag

Rudolf Joensen vegna Klaksvíkar Sjónleikarafelag

Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum