Men eftir mínum tykki hevur gingið ov seint við hesum málinum, sigur Kristian Eli Zachariassen, býráðslimir.
Vit arbeiða tó av kraft við at gera umhvørvið í býnum enn betur. Í løtuni verður framhaldandi arbeiutt við Ósánni og kloakkunum, sum ganga til har, og eisini er byrjað uppá gøtuna fram við ánni, ið einaferð skal bindast í gøtuna út í Grøv. Harafturat skal ein kikari í næstum setast upp uppi á Klakki til almenna nýtslu,og so skulu vit helst eisini undir at gra eina gøtu niðan har.
Orsøkin til at vit í fyrsta lagi ikki vildu fara í holt við gøtuna um Núpin var, at mett var at tað var ikki ráðiligt at senda “Ung í arbeiði” út har at arbeiða, tí økið er ov bratt. Vit valdu tí heldur at lata tey arbeiða hinumegin Víkina við gøtuni út á Borðoyanesháls og tað fara tey framhaldandi at arbeiða við.
Tað eru helst fleiri knútar, ið umsitingin skal loysa tá tað kemur til Skúvadalshúsið, men eg havi sagt umsitingini, at farast skal í gongd við gøtuna um Núpin í ár. Vit hava umleið eitt hundrað túsund krónur avsettar til endamálið og ætlanin er at tað skal bjóðast út til onkrar smáentreprenørar, ið vilja taka sær av hesum arbeiðinum. Álagt er eisini at arbeiða víðari við ætlanunum um Skúvadalshúsið, sigur Kristian Eli Zachariassen, formaður í Umhvørvisnevnd býráðsins




