Poul Sivar Olsen, ið var ein teirra, ið valdur var í minnisvarðanevndina í Svínoy. Á hátíðarløtuni leygardagin, greiddi hann soleiðis frá tilgongdini til “Dropan í lívsins havi”:
Góðan dag øll somul. Eg skal vegna nevndina fyri minnisvarða í Svíni, bjóða tykkum øllum, at verða hjartaliga væl komin út til Svínoyar í dag, til hesa hátíðar løtu, nú minnisvarðin yvir svínoyingar sum farnir eru av vanlukku, verður avdúkaður.
Eg fari í stuttum at greiða eitt sindur frá gongdini í hesi verkætlan. Fyrst kann eg nevna, at hetta økið sum minnisvarðin stendur á, er ein gáva frá Amalju Justinussen. Amalja misti mannin í eini bátsvanlukku, 4. júli í 1984.
Fyrsti almenni fundurin, í samband við minnisvarðan, var hildin í páskavikuni í 2014. Endamálið við hesum fundi var, líkasum at finna út av, hvussu undirtøkan mundi verða, fyri at reisa ein minnisvarða yvir svínoyingar, sum farnir vóru av vanlukku, bæði á sjógvi og á landi.
Tað vóru rættuliga nógv fólk møtt upp til hendan fundin og tað var eisini ein greið ábending um, at tað var undirtøka fyri, at fara undir hesa verkætlan, eftirfylgjandi kann mann so siga, at undirtøkan hevur verið uppaftur betur, enn av fyrstan tíð mett.
Á hesum fyrsta fundi, bleiv ein nevnd vald. Umframt meg sjálvan, Poul Sivar Olsen, komu Jógvan Horn, Anna Jórun Heinadóttir, Maud Charlott á Geilini og Frímund Hansen í nevndina. Nevndin skipaði seg sjálv, eg bleiv valdur til formann, Jógvan Horn skrivari og Frímund Hansen kassameistari. Eisini bleiv samtykt á hesum fundi, at nevndin skuldi arbeiða víðari við málinum.
Ætlanin av fyrstan tíð var at brúka ein stein sum liggur undir bakkanum, til minnisvarða. Henda ætlan var seinni slept. Ístaðin heitti nevndin á Edward Fuglø listamann um at verða við í hesi verkætlan og tað játtaði hann beinanvegin. Hann hevur haft fleiri hugskot um, hvussu tann listarligi parturin av minnisvarðin skuldi síggja út, hesi huskot hava verið løgd fyri nevndina til støðutakan. Í september mána í 2016 blivu vit í nevndini, saman við Edvard, samd um hvussu tann listarligi parturin skuldi síggja út og at hann skuldi stoypast á eini verksmiðju í Týsklandi. Eg má siga at tað hevur verið ein frægd at sæð hvussu nærlagdur Edward er tá hann arbeiðir við síni list. Vit vóru greið yvir at hetta kom at verða ein rættuliga dýr verkætlan. Áðrenn vit kundu undirskriva keypssáttmalan við Týsku verksmiðjuna, máttu vit fáa fíggingina upp á pláss, tí í viðtøkunum fyri Áhugafelagi fyri minnisvarða í Svíni, stendur millum annað, at felagið ikki kann seta seg í skuld.
Áðrenn vit søktu feløg, grunnar og kommunur um fíggjarligan stuðul, royndu vit at fáa so góða undirtøku millum fólkið sum gjørligt, hetta var millum annað gjørt við at skipa fyri ymiskum stuðulstiltøkum sum samstundis vóru hugnaløtur, har eitt nú eldri svínoyingar, hugleiddu um ymiskar hendingar frá barna og ungdóms árunum, her úti í Svíni. Hesi stuðulstiltøk vóru ikki bara her í bygdini, men eisini, bæði í Havn og í Klaksvík og fingu tey sera góða undirtøku. Fyriskipari til tey allarflestu tiltøkuni sum hava verið her úti Svínoy, hevur verið Annika Og Símun Gårdlykke í Havn vóru tað Óluva og Jógvan Horn, í Klaksvík, Ester og Jákup Mikkelsen. Umframt tey sum fyriskipaðu hesi tiltøk, vóru eisini ein rúgva av hjálparfólki, sum gjørdu eitt megnar arbeið. Uttan hesi hjálparfólk høvdu vit einki kunna gjørt. Takk fyri øll somul, sum góvu eina hjálpandi hond.
Fyri at fáa tað seinasta upp á pláss við fíggingini, blivu lutaseðlar seldir, at kalla kring alt landi. Eisini til hetta fingu vit góða hjálp, so eg vil eisini takka øllum teimum sum hjálptu til við at selja lutaseðlar, og ikki minst teimum sum stuðlaðu við at keypa selar, og teimum, sum lótu lutir til tey ymisku tiltøk sum verði hava, so her er talan um nógv 100 fólk, sum á ein ella annan annan hátt hava gjørt sítt til, at henda verkætlan í dag kann vera veruleiki.
Eg má siga at tað gleðir meg at síggja, hvussu nógv fólk hava leitað sær út til Svínoyar í dag til hesa hátíðarløtu.
At endan so fari eg enn einaferð vegna nevndina at takka øllum, bæði einstaklingum, feløgum, grunnum og komunum, sum á ymiskan hátt hava stuðlað og harvið gjørt tað møguligt, at vit í dag kunna avdúka minnisvarðan yvir svínoyingar, sum farnir eru av vanlukku, bæði á sjógvi og á landi.
Takk fyri øll somul!
Poul Sivar Olsen



