Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ætlar at stovna badmintonfelag í Runavík

Jákup Ósá

Er grundarlag fyri tí, so verður felag í næstum stovnað í Runavík.

Er grundarlag fyri tí, so verður felag í næstum stovnað í Runavík.

Pætur E. Jacobsen er maðurin, ið hevur sett sær fyri at kanna eftir, um áhugi og grundarlag er fyri at stovna badmintonfelag í Runavík.

– Eg havi avgjørt at fara undir eina verkætlan, ið hevur til endamáls at stovna eitt badmintonfelag í Runavík. Slík ítróttargrein finst ikki her í økinum í løtuni, og tí haldi eg at tað er eitt frálíkt høvi at vita, um áhugin er til staðar.Í fyrstu atløgu er talan um at fáa fólk at melda seg til, soleiðis at eg síggi, um áhugin er til staðar. Um so er, so verður farið undir at stovna felag, og eisini at leggja skipaðar venjingartíðir, kappingar o.l. So í fyrstu atløgu er hetta bert fyri at kanna, um áhugin fyri badminton er til staðar á Skálafjørðinum,sigur Pætur E. Jacobsen.

Harleywoodpaint