22. juli 2017 fara eftirkomarar eftir hjúnini Christen Jensen Andreasen (Rømø) og Anna Margretha Kiebenick at savnast á Eiði. Hetta er í samband við, at Ellindur Egilstrøð hevur skrivað e-bókina “Fra Eider til Eide – Protokol med optegnelser af Anna Margretha Kiebenicks slægt”, sum Saxo gevur út

Mitt í 1800 talinum flyta hjúnini Christen Jensen Andreasen (Rømø) og Anna Margretha Kiebenick og døtrar teirra Ingertine Wictorine og Caroline Amalia úr Christianshavn til Føroya, har tey búðsetast í húsum á Hallarkletti í Havn. Eftir at tey eru komin til Føroya fáa tey børnini Christian Adolph, Anton Carl Wilhelm og Frandsine Andrea Christine.
30. apríl 1858 forlistu Christen Jensen Andreasen og sonur hansara Christian Adolph saman við øðrum við Fortuna millum Hetland og Føroyar. Caroline Amalia giftist siðani við Jens Jørgen Kruse og búsettust tey á Eiði. Har fingu tey 13 børn, og hava tey tískil nógvar eftirkomarar her í Føroyum. Børnini, Ingertine Wictorine og Anton Carl Wilhelm fluttu aftur til Danmarkar og fingu tey eftirkomaraar har. Christian Adolph og Frandsine Andrea Christine doyðu bæði sum børn.
Í bókini hjá Ellinda fáa vit nærri vitan um Onnu Margrethu Kiebenick og fólkini handan nøvnini.
Áhugaði í bókini ella ættarstevnuni kunnu venda sær ti okkum her: https://www.-facebook.co/fraeidertileide/
Á myndini síggjast húsini hjá Chr. J. Andreasen, skipara, á Hallarkletti í Havn. Tey standa enn. Teknað hevur Niels Kruse.