Fyrireika stóra ættarstevnu
Nakrir av eftirkomarunum hjá bóndahjúnunum Per Jacobsen og Anne Katrine Olesdatter í Uppistovu á Selatrað hava í eina tíð arbeitt við at útgreina ættina hjá teimum.
Per bóndi varð føddur í 1777 og doyði í 1828. Anne Katrine varð fødd í 1771 og doyði í 1809. Hon var úr Vestmanna.
Hann giftist uppaftur tvey ár seinni við Ellen Mathiasdatter úr Tjørnuvík, fødd í 1785 og doyði í 1872.
Í fyrru giftu vóru trý børn: Jacob Petersen, Ole Petersen og Catrine Elisabeth Petersdatter.
Í seinnu giftu vóru seks børn: Joen Petersen, Anne Cathrine Malene (Karolina) Petersdatter, Julianne Marie Petersdatter, Mathias Petersen, Birte Helene (Birtulena) Petersdatter og Anna Elisabeth Petersdatter.
Tað er eitt nokkso stórt arbeiði at útgreina ættina, tí tað eru fleiri ættarlið. Haraftrat hava i fleiri førum verið meira ein gifta, og børnini mong. Nógv nøvn ganga aftur og aftur, tí tað hevur ikki óvanligt at giftast við systkinabørnum og trímenningum.
Eru tað eftirkomarar, sum ikki hava frætt um ættarútgreiningina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við onkran av okkum fyrireikarum.
Ætlanin er at hava stevnuna í summar. Nærri boð um stevnuna koma út seinni.
Vinarliga
Hans Petur Weihe, Símun Mittún, Olivar J. Olsen, Sofus Debes Johannesen, Hans A. Dam Joensen og Randi Jacobsen




