Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ættleiðingarfelagið kann gleða seg

John William Joensen

Í februar í ár var Ættleiðingarfelagið á fundi við meg. Felagið fekk tá tilsøgn um at stðulin til ættleiðing fór at verða hækkaður munandi.

Men sjálvandi treytað av at politisk undirtøka fekst fyri uppskotinum.

Formaðurin í felagnum sigur seg nú harmast og ótolnast, hvar uppskotið blívur av.

Politisk undirtøka er frá øllum flokkum fyri at hækka stuðulin. Lógaruppskotið er gjørt og hevur verið til hoyringar og lógartekniskt eftirlit, og tað skuldi verið lagt fyri á landsstýrisfundi nú mánadagin tann 22. í hesum, og hagani borin niðan í løgtingið.

Men nú samráðingar eru um skipan av nýggjari samgongu og landsstýri kunnu lógaruppskot ikki avgreiðast.

Tó tað er so bara ein spurningur um at fáa skipa landsstýrið av nýggjum, so vænti eg at komandi landsstýrismaðurin – ella landsstýriskvinnan – fer niðan í løgtingið við uppskotinum. Kanska verður tað bert seinkað eina viku.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður