Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftaná Útoyggjastevnuna

Oliver Joensen

Mánadagin gjørdi Norðlýsið stutta vitjan í túninum á Kirkju. Við tyrluni hjá Atlantsflog, við Hans Eriki við stýripinnin gekk leiðin yvir dalar og fjøll til nýggja tyrlupallin á Kirkju. Har hittu vit nógv fólk, og sum vera man gekk kjakið dúgliga um júst farnu utoyggjastevnuna og møguleikarnar hjá útoyggj í framtíðini.

Spírar til eitthvørt eru hóast alt at síggja á Fugloynni. Tað seinasta er helst sláturhúsið hjá Símun Gullaksen, bónda á Hattarvík.

Men ferðavinnan stóð ikki í høgum kursi í kjakinum í túninum á Kirkju. Tað munnu helst vera tey stóru flutningsfeløgini og hotellini, ið fara avstað við bróðurpartinum av hesari vinnuni. At sita úti í Fugloy og vænta sær munandi part av livibreyðnum við at taka ímóti fremmandum ferðafólkum man fara at vera soltið í longdini.Tað tykist sum um lítið liggur eftir fremmanda ferðamannin á teim stóru plássunum, so tað skulu helst aðrir bollar á súpanina enn ferðavinna, um fólk skulu kunna lívbjarga sær á útoyggj í kapping við meginøki í landinum.

Vit hittu millum onnur Andrass í Frammistovu, Jóannes Christiansen, bónda, Finn Ougaard, verðsonur Mourits Sørensen, sála, Símun Gullaksen, bónda í Hattarvík og Jastrid Gullaksen, ið vit høvdu ørindi til. Harafturat var svorni kirkjumaðurin Jákup á Fløtti eisini í túninum. Jákup var hann, ið settið Útoyggjastevnuna hesaferð. Vit fingu røðuna hjá Jákupi, og prenta hana niðanfyri.

Hjartaliga vælkomin.

Tað frøðir mítt hjarta at síggja so nógv fólk samlað her áFugloynni ídag

Vónandi fáa vit eina góða og hugnaliga og siðiliga stevnu.

Onkur spyr hvat tilknýtið eg havi til Fugloynna. Jú, eg eriføddur á kvistinum í teimum sunnastu húsunum í bygdini, og bæði foreldur mínieru úr oynni.

Eg vil ikki siga so nógv um søgu og sangirnir um fugloynna,tí tað verða onnur, ið koma at greiða frá.

Men ongin ivi er um, at Fugloyggin er ein av fyrstuoyggjunum í Føroyum har fólk hevur búð.

Hon er eystasta oyggin. Og tí er ikki óhugsandi at tað varfyrsta land grannar okkara fyri vestan komu til, tá teir sigldu vestur um hav.

Vit vita at fugloyggin hevur verið størri enn ídag, men attíðarinnar tonn hevur máa burtur av oynni við omanlopum og øðrum. Ja, sjálvt ímínari tíð eru stórar broytingar farnar fram.

Liviligt hevur verið her, nógvur fuglur, gott seiðapláss oggóð fiskimið runt um alla oynna. Og sólargangurin ein tann besti í Føroyum.

Runt um oynna eru staðarnøvn, ið benda á, at búseting hevurverið, men ikkialtíð har húsini eru í dag.

Til dømis vita vit,at bæði norðanfyri og sunnanfyri bygdinaKirkja hava fólk búð.

Oyggin hevur fostrað nógvar navnframar persónar ígjøgnumtíðirnar.

Skúlagongdin var bert hálva tíð, men hóvast tað, so havanógv fólk higani vrá vunnið sær høgar útbúgvingar.

Tey høvdu góðar lærarar, men tey høvdu eisini ein førning,ið hevði lrt tey at tað, sum tey fóru undir, eisini skuldi fullførast.

Tíðir broytast, og soleiðis er eisini her.

Her búðu nógv fólk fyri ikki so mongum árum síðani. Men núer fólkatalið minkað burtur í lítið og onki.

Útoyggjafelagið hevur varpa ljós á útoyggjarnar, men eg vilheita á felagið um at gera meira um seg, so at politikarar og fjølmiðlar ikkitiga útoyggjarnar burtur. Um útoyggjarnar ikki verða nevndar eina tíð, so geriðvart við tykkum.

Við hesum orðum er útoyggjastevnan í Fugloy 2013 sett.