Í gjár, sunnudagin, fóru eg og Árni Elttør ein gongutúr í Skúvadal, sum so mangan áður. Árni er altíð klárur tá eg heiti á hann og eg, eg kenni, at tað er umráðandi hjá mær at vera í venjing til gongutúrar tá summarið kemur. Man er komin somikið upp í árini, at skal eg orka bara ein part av tí sum ein hevur hug til, úti í okkara vøkru náttúru, so krevst venjing
Hvør árstíð hevur sín vakurleika. Hendan tíðin av árinum er ikki minst bergtakandi úti í haganum. Serstakliga eru tað litirnir, sum eg ikki blívi mettur at njóta av. Bert spell at myndatólið ikki er betur til at endurgeva tað, sum eygað so meistarliga sær.
Ná, men gongutúrurin var góður, komnir um Núpin sóu vit “Martin” hjá Bakkafrost koyra laks út, sum teir hava avlúsað umborð. Hóast november mánaði og harutíð, so sóu vit einar tríggjar harur út eftir Breiðhjallanum. Gloprarregn var náttina til sunnudagin og sunnumorgunin, so áirnar vóru stórar hendan seinnapartin, men veðrið gott. Onkur setti línu frá Bergrætt og heimeftir og úttan fyri nesjarnar fór eitt skip eystureftir.
Ikki nógv av fugli var at síggja. Komnir eystur sást at áarførði hevði verið. Lækjan, ið vit vanliga brúka at fáa vatn úr til kaffi og annað, hevði ikki megna at staði ímóti ógvusliga vatntrýstinum og var demningurin tí farin oman eftir ánni.
Men húsinum bilti einki. Vit gjørdu okkum ein kaffimunn, valdu at leggja flaggsteingjuna niður á setrið, í gjørt er til hana, tí vit hildu ikki at tað er neyðugt at hon stendur uppi nú vit kunnu vænta stormar.
Alt í alt ein fínur túrur sum ikki einaferð.
Nú eg sitið heima og ætli mær at leggja nakrar myndir út, valdi eg at hyggja í eina gestabók úr Skúvadalshúsinum, sum Olivur Thomsen so meistarliga hevur talgilt. Fann tað teir báðir Ingolf Samuelsen og Jákup Heinesen skrivaðu í bókina fyri góðum 40 árum síðani. Teir hildu helst tað sama sum vit báðir Árni í dag.
Úr Gestabókini fyri 40 árum síðani:
7/8 – 81 Fríggjakvøld
Fóru til gongu kl. 20, vóru inni her kl. 22. Her var reint og pent, hvat annað skal tað vera. Til náttura fingu vit okkum kotilettir, prátaðu eina løtu, fóru so til songar.
8/8 Vaknaðu tíðliga, nógvur vindur og mjørki, men hann kláraði í áðrenn døgurða.
Ingolf kókaði grind og spik, væl smakkaði. Sólin hevur verið frammið tað mesta av degnum, nú dregur hann aftur á luftina og veksur vindin. Ætlanin hjá okkum er at fara heim tá døgurðin er av í morgin.
Kann nakað verða betur enn ein week-end í frið og náðum á Skúvadali
Samuelsen
J. Heinesen

































