So var høgættin aftur her. Heimasíða Landsverks vísir mátistøðirnar, at tær vísa vind upp í 9 m/s av landnyrðingi. Hetta kalda loti stavar úr økinum eystan fyri Norðurgrønland. Eftir øllum sólarmerkjum at døma verður høgættin ikki liggjandi leingi – einar tveir dagar ella so.

Lágtrýstini vestan úr havi ferðast fyri tíðina eina leið av leiðunum við Nýfunnland og beint ímóti okkara leiðum og eysturum. Vit koma sostatt at uppliva bæði lágættirnar í eysturkantinum og høgættirnar í vesturkantinum. Í dag og í morgin fara vit at merkja høgættina í vesturkantinum av einum lágtrýsti.
Í dag og í kvøld verður vindurin veksandi upp í hvassan vind av landnyrðingi. Tað veðrur skýggjað, og nakrir ælingar kunnu væntast. Hitin í dag fer at liggja um 7 stig. Í morgin fer ættin upp í landnyrðing og norðan. Vindurin fer at minka so við og við. Hitin í morgin verður tann sami sum í dag, eini 6 – 7 stig.