Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur keðilig veðurforsøgn

Hanus Kjølbro, Sjónám

 Veðrið var ringt seinnapartin í gjár og gjárakvøldið. Tað var eitt djúpt lágtrýst suður-vestur úr Íslandi, sum stóð fyri illveðrinum. Í nátt minkaði vindurin, og nú eru Føroyar undir einum hátrýstryggi við góðum veðri.

Hátrýstryggurin fer tíverri ikki at liggja leingi. Eitt ógvuliga djúpt lágtrýst nærkast okkara leiðum í kvøld. Trýstið verður niðri á 946 hPa á middegi, og tað fer eftir øllum at døma niður um 930 hPa í kvøld, tá ið tað fer framvið 200 fjórðingar vestan fyri Føroyar og heldur leiðina beint ímóti eystara parti av Íslandi.

Vit fara helst ikki at merkja tað allarringasta veðrið her í Føroyum, tí frástøðan til sjálvan depilin er ov stór. Men vit fara at fáa illveður.

Tað fyrsta, vit fara at merkja til illveðrið, er at vindurin fer at veksa úr landsynningi-suðuri. Klokkan 18 er ferðin komin upp um 15 m/s, og so veksur skjótt, tí klokkan 23 er miðalvindferðin komin upp í 25 m/s. Hvirlurnar fara at verða harðar!

Illveðrið fer at halda á í nakrar tímar. Klokkan 6 – 7 í morgin ári er minkað niður í 15 m/s. Tá er ættin snarað ímóti útsynningi-suðuri.

Alt tíðarskeiðið frá klokkan 20 í kvøld og líka til middags í morgin regnar. Okkurt tíðarbil tíðliga í morginári tó undantikið.