Ernst Vágsgarð vegumsjónarmaður hjá Landsverk í Norðoyggjum sigur at vegurin til Viðareiði verður stongdur aftur kl. 23
Kl. 19:00 í kvøld var aftur koyrandi eftir Viðareiðisvegnum.
– Veðrið er somikið lakarið nú at vit avgjørdu at lata vegin upp eina løtu, men heitt verður á bilførarar um at vísa stórsta varðsemi, sigur vegumsjónarmaðurin hjá Landsverk
– Vit hava grivið so frætt at koyrandi er, men vit steingja vegin fyri náttin kl. 23:00 í kvøld.
Eingin skúla bussur
– Vit hava eisini avtalað at eingin skúlabussur verður í morgin.
– Vegurin hevur fingið so mikið av skaða at vit mugu tryggja vegin betur áðrenn skúlabussurin sleppur um Leitið.
Erns Vagsgarð sigur at sera nógv vatn rennur eftir vegnum, og tí skulu bilførarar sína stórsta varðsemið.




