Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur svanir niðri á Vatni á Eiði

Helgi Abrahamsen

Nógv varð gjørt burturúr, tá bygdaráðið á Eiði gjørdi av at beina fyri svanunum, sum hildu til niðri á Vatni. Men nú eru svanir aftur at síggja á vatninum.

Nógv varð gjørt burturúr, tá bygdaráðið á Eiði gjørdi av at beina fyri svanunum, sum hildu til niðri á Vatni. Men nú eru svanir aftur at síggja á vatninum. Vit spurdu Jógvan í Skorini, borgarstjóra, um tey aftur ætlað sær út við byrsuni.

“Nei tað er ikki ætlanin,” sigur Jógvan.

“Tað er ikki óvanligt at svanir seta seg á vatnið, og vit ganga út frá, at hesir sjálvir fara avstað aftur innan stutta tíð,” sigur hann.

Svanirnir síggja út til at vera spakir, so borgarstjórin roknar við, at teir hoyra til onkra aðrastaðni.

“Um teir ikki finna heimaftur sjálvir, so mugu vit finna útav hvar teir eiga at vera, og so mugu vit flyta teir,” sigur Jógvan í Skorini.

“Tað var øðrvísi við svanunum, sum blivu dripnir. Teir hoyrdu til her,” sigur hann.

Spurdur um tað var neyðugt at drepa hinar svanirnar sigur Jógvan, at tá myndugleikarnir siga, at teir eru vandamiklir fyri børn, so má støða takast til, hvør skal vera her svanirnir ella børnini.


(Tilvildarlig mynd)