Í ólavsøku fer tann 16. maðurin umborð á Klaksvíking hetta kappingarárið.
Klaksvíkingur verður FM vinnari hjá 10-mannaførum í ár, sum hann kemur á mál á ólavsøku. Norðlýsið hevur ikki kannað tað, men helst er talan um met í at hava havt nógvar mans við eitt kappingarár, har báturin hevur vunnið listan.
Til ólavsøkuna verður 46 ára gamli Martin Venned tann 16. rógvarin, sum hevur róð við komandi FM manningini hjá Klaksvíkingi. Í mun til seinastu stevnu, so verða tvær útskiftingar. Jón Syderbø og Høgni Eliasen vera ikki tøkir, meðan Jákup Hansen og áðurnevndi Martin Venned koma umborð.
Teir sum hava róð við í ár eru:
John Reid Ziska Jacobsen
Jón Syderbø
Jákup Hansen
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen
Sámal Einarsson
Mogens Petersen
Høgni Eliasen
Sonni Eliassen
Janus Dam-Jacobsen
Magnus Norðberg
Ebbe Petersen
Anfinn Sivertsen
Per Venned
Martin Venned
Hjálmar Hátún
Heini Hátún
Meir um kappróðurin á ólavsøku á nordlysid.fo í morgin.




