Telja vit ikki EB/Streym uppí, so hava HB og B36 størstu afturgongdina í stigum í mun til í fjør fyri fyrsta triðingin av kappingini.
Skulu tað færri stig til í ár fyri at enda í topp 2 enn tað skuldi í fjør, tá B36 og HB fingu 61 og 60 stig á teimum báðum fremstu plássunum? Okkurt bendur á tað, tí hóast tey bæði nevndu liðini eru væl við í FM stríðnum, so hava tey væl færri stig fyri fyrsta triðingin í ár enn tey høvdu í fjør. Telja vit ikki EB/Streym uppí, sum hevur heilt øðrvísi umstøður enn í fjør, so eru havnarfeløgini tey, sum hava størstu afturgongdina í stigum. HB hevur 6 stig færri og B36 5 stig færri. Víkingur, ÍF, AB og KÍ hava áleið sama stigatal sum eftir 9 umfør í fjør. Einasta liðið, sum hevur markanta framgongd er oddaliðið NSÍ. NSÍ hevur heili 10 stig fleiri fyri fyrsta triðingin í 2015.
TB og FC Suðuroy kunnu ikki samanbera við síni úrslit, men hjá TB sær tað gott út, um ein samanber við nummar 9 í fjør, sum var Skála. TB hevur 7 stig fleiri og tað gevur eina ábending um sum stigatalvan eisini vísir, at TB hevur góðar møguleikar fyri at yvirliva í deildini í ár.
Munur í stigum í mun til fyrsta triðingin í 2015:
+10: NSÍ
+1: Víkingur
0: ÍF
– 1: AB
-2: KÍ
-5: B36
-6: HB
-9: EB/Streymur
TB hevur 7 stig fleiri enn nummar 9 í fjør, sum var Skála, meðan FC Suðuroy hevur 1 stig fleiri enn nummar 10 í fjør, sum var B68.




