Í grein undir heitinum “Best man vera sum er”, viðgerð Eyðgunn spurningin um Føroyar sum eitt valdømi.
Hon finst at skrivingini hjá teimum, sum eru ímóti uppskotinum og sigur hana vera rættuliga einsíðuga, tí tey hava onki boð uppá, hvat ið so skal gerast, og tað er helst tí, at tey ikki ynskja nakra broyting.
Sum vera man viðgerð Ey.S. verandi skipan og vísir á styrkir og veikleikar, men finst mest at, at kvinnurnar, sum við løgtingsvalið 2004 fingu meira enn 20% av atkvøðunum, bert fingu 9% av umboðanini. Síðani vísir hon á fyrimunir og vansar við einum valdømi.
Norðlýsið hevur verið uppií kjakinum um eitt valdømi. Vit eru ikki ímóti broytingum, men harðliga ímóti mátanum, sum málið er komið fram uppá. Somuleiðis at løgtingið í skundi fer undir eina broyting, sum ongin váttan er fyri er til fyrimun fyri landið. Vit hava víst á, at landið als ikki er búgvið til nevndu broyting. Vit hava ávarað um, at broytingin er oyðileggjandi fyri veikaru økini í landinum og hava víst á óvissuna í pástandinum um, at hetta fer at fáa fleiri kvinnur inn á ting. Hetta meta vit ikki sum rættuliga einvísa skriving. Serliga ikki, tá serkunnleikin seinni tók undir við okkara sjónarmiðum. Vit vístu á vánaligu royndirnar í Grønlandi, og hava fingið prógv fyri, at grønlendski útjaðarin hevur verið fyri stórum bakkasti, síðani tey fingu eitt valdømi í 1999. Sjálvt um ávísar heimligar kreftir royndu at billa føroyingum nakað annað inn.
Tað er hugaligt, at Ey.S tekur undir við, at tað er óðamannaverk beint undan einum løgtingsvali at broyta skipanina, tí ongin lýsing er gjørd av avleiðingunum og møguligum árinum av broytingini.
Vit eru ikki ímóti broyting í valskipanini, soleiðis at smávegis skeivleikar verða rættaðir, sum samgongan ynskir í samgongusáttmálanum, men vit eru ímóti kollveltandi broyting frá 7 valdømum til eitt valdømi av ótta fyri, at veikaru økini í landinum onga trygd fáa fyri fólkaræðisligari umboðan á Tingi, og at miðsavningin við tíðini førir við sær, at bert fólk úr miðstaðarøkinum verða vald á Ting. Hetta er tað, ið hent er aðrastaðni.
Vit eru ikki samd í niðurstøðuni hjá Ey.S. um at tey, ið eru ímóti einum valdømi, ikki vilja seta krøv til valevni og ikki vilja rætta upp á skeivleikar og ikki ynskja fleiri kvinnur á ting. Áhugabólkar hava sítt at gera, men tað er upp til politikarar og embætisverkið, í samlag við fólksins vilja, at finna fram til loysnir, sum styrkja fólkaræði í øllum økjum í landinum, har bæði kvinnur og menn umboða veljarafjøldina. Tað man vera best
Norðlýsið – John William Joensen




