Síggi í grein hjá Tórbjørn Jacobsen, á nordlysid.fo, at eg skal hava sagt, at Løgtingsformaðurin hevur roynt at ávirka meg í sámráði.
Eg vil við hesum afturvísa hesum.
Varð spurdur, um hvønn vit peikaðu á og eg var síðan spurdur, hvat eg gjørdi, um peikað varð á meg.
Tað var eftir mínum tykki í trá við rættar mannagondir og havi eg einki at finnast at. Havi skilt at hinir floksformennirnir hava fingið júst somu spurningar.
Løgtingsformaðurin royndi ikki at ávirka meg nakran veg, men livdi fyrimyndarliga upp til sína uppgávu. Vóni við hesum at misskiljingin er burtur.
Jørgen Niclasen




