Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Afturvísir ákærum um njósning

Jóhann Lützen

Vladimir Barbin, russiski ambassadørurin í Danmark, finst harðliga at sendirøðini “Skyggekrigen” og ákærunum í har um, at russisk fiskiskip møguliga fáast við njósnaravirksemi í føroyskum sjóøki. Hann vísir á, at eftirlit longu í dag er við fiskiførunum, og at russisku skipini verða kannað bæði til havs og í havn.

 

Vladimir Barbin sigur, at alt verður gjørt í samsvari við fólkarættin, og at eftirlitið við skipunum er avtalað væl ov virðiliga á fundum millum partarnar. Russiski ambassadørurin heldur, at ákærurnar, sum eisini donsku politikararnir eru farnir at endurtaka, eru ábyrgdarleysar og provokerandi, og hava bara til endamáls at seta kílar í galdandi samstarvið.

Tað var annars í 2013, eftir at Europeiska Samveldið avgjørdi at steingja sínar havnir fyri føroyskum skipum, at Føroyar gjørdu fríhandilsavtalu við Eurasisku búskaparligu Samgonguna millum Russland, Hvítarussland, Armenia, Kasakhstan og Kirgisistan. 

 

Harleywoodpaint